USA hevur lagt hald á eitt oljutangaskip við strondina í Venezuela.
Tað boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.
- Vit hava júst lagt hald á eitt tangaskip út fyri strondini í Venezuela, eitt sera stórt tangaskip, sera stórt, tað størsta nakrantíð faktiskt, og annað hendir eisini, segði Trump.
Reuters skrivar, at haldið hevur fingið oljuprísin at hækka, og at tað helst fer at økja um politiska spenningin millum USA og Venesuela.
Trump hevur givið boð um eina stóra øking av amerikansku hernaðarligu nærveruni í Suðuramerika. Seinastu tíðina eru jagaraflogfør og tíggjutúsundtals amerikanskir hermenn sendir til økið.
Tøkan av oljutangaskipinum kann vera eitt tekin um, at USA fer eftir oljuni í Venesuela, sum er høvuðsinntøkukeldan hjá landinum, skrivar Reuters.
Sambært amerikanska miðlinum CNN greiddi Trump ikki nærri frá orsøkini er til, at hald er lagt á skipið. Forsetin segði bara, at tað fór fram "av sera góðari orsøk".
Hann varð eisini spurdur, hvat fór at henda við oljuni, sum oljutangaskipið flutti.
- Hana taka vit, haldi eg, er svarið hjá Trump, sambært CNN.
Tríggir amerikanskir embætismenn, sum vilja vera dulnevndir, siga sambært Reuters, at tað var amerikanska strandarverjan, sum hevði ábyrgdina av at taka skipið.
Tey upplýstu ikki navnið á oljutangaskipinum, og tað er heldur ikki greitt, hvørjum flaggi tað var undir ella júst hvar tað var tikið.
Eftir fráboðanina hjá Trump tosaði forsetin í Venezuela, Nicolas Maduro, við stuðlar sínar í høvuðsstaðnum Caracas, skrivar tíðindastovan AFP.
- Úr Venesuela biðja og krevja vit ein enda á ólógligu og ógvusligu inntrivinum hjá amerikansku stjórnini í Venesuela og í Latínamerika, segði Maduro.
Sambært Reuters er oljuprísurin hækkaður eftir tíðindini um oljutangaskipið. Prísurin á Brent-oljuni hækkaði 0,4 prosent til 62,21 dollarar - 398 krónur - fyri tunnuna.
Amerikanska West Texas Intermediate oljan hækkaði eisini 0,4 prosent til 58,46 dollarar - 374 krónur - fyri tunnuna.
/Ritzau/











