Ukraina hevur sent USA dagført friðaruppskot

Í kvøld sigur amerikanski forsetin, at hann fer at taka støðu til dagførda uppskotið hjá Ukraina, tá hann hevur fingið tað

Tað er tíðindastovan AFP, sum ber hesi tíðindini, og keldurnar eru tvey ukrainsk tænastufólk, sum ikki eru navngivin.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at dagførda friðaruppskotið hevur eitt "grundleggjandi dokument", sum hann sambært Sky News tekur til.

 

Amerikanska uppskotið til friðarætlan, sum fleiri tíðindamiðlar umrøddu í seinasta mánaði, hevði 28 punkt.

 

Sagt varð um uppskotið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at her hevði Russland fingið alt ov nógv av sínum ynskjum uppfylt.

 

Ukraina hevur síðan roynt at broytt nøkur av punktunum í uppskotinum, serliga í spurninginum um landamark og trygdarváttanir.

 

Í kvøld sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann fer at taka støðu til dagførda uppskotið hjá Ukraina, tá hann hevur fingið tað.

 

Forsetin sigur, at Ukraina hevur spurt um ein fund í Evropa komandi vikuskiftið.

 

Men, sambært Reuters heldur amerikanski forsetin, at vandin er, at ein nýggjur fundur kann gerast "tíðarspilla", sum hann telur til.