Landasorg er lýst í Bretlandi, eftir at fyrrverandi drotningin Elizabeth doyði páskaaftan, 101 ára gomul. Hon fer til gravar næsta týsdag.
Deyði hennara hevur fingið nógvar bretar at gita, at Charles prinsur fer at siga arvarættin til bretsku trúnuna frá sær nú. Sagt verður, at prinsurin var ógvuliga tætt knýttur at ommuni, og í einari sjónvarpssamrøðu annan páskadag segði hann, at einki kann fylla tað tómrúmið, sum er eftir hana.
Bretsku bløðini siga, at Charles ráðførdi seg við ommuna heldur enn mammuna, tá hann gifti seg við Dianu prinsessu, og at hann eisini tosaði við hana, tá hann umhugsaði samband sítt við Camillu Parker-Bowles.
Nú gita nógvir bretar, at Charles fer at gifta seg við unnustuni, og at hann samstundis letur sonin William arva trúnuna.