og tolnari. Eisini er hugurin at ganga í býnum minkaður við árunum. Onkur viðgongur, at tað er rættiliga strævið við smábørnum, og at fjúsið er væl styttri nú enn fyrr. Ein fyrimunur er tað at vera væl [...] og niðurstøðan er, at hvør aldur hevur sína sjarmu, og sjálvandi hevur tað bæði sínar fyrimunir og vansar at gerast pápi, tá ið ein er so gamal. Fleiri av monnunum siga, at kropsliga er orkan ikki tann [...] fíggjarliga at koyrt tey á stovn. Kári heldur eisini, at hann sjálvur er merktur av aldrinum, og at fjúsið til tíðir er nakað stutt. - Tí er tað ein lætti, at tey eldri børnini taka sær av teimum yngru. Elsti
eitt, ið á donskum eitur Kunstnarapsykolog. Tað er nakað, sum ræðuliga nógvir tónleikarar ganga til, fyri at kunna tosa við onkran um alt pressið, ein er útsettur fyri og allar teir spurningarnar, ið mæla [...] - Tað var til hesa kappingina, at vit møttu Chief1, og tíðin harfrá og inntil nú, er eitt stórt ævintýr, sum alt er honum at takka. Tit blivu so meldaðir til danska Melodi Grand Prix. Hvussu var tað, [...] til at fara í ættina av Alphabeat, tí tey hildu, at rokkurin var deyður. Shit, tað er respektleyst! Men hendan bransjan er so fokkin hørð. Tú verður testaður í høvd og reyv alla somlu tíðina. - Samstundis
morðinum. ?Vandamikli mussurin? er onnur bókin í krimirøðini ?3 vinkonur?, ið er týdd til føroyskt. Tað er norski høvundurin, Kjetil Johnsen, ið hevur skrivað krimirøðina, ið er ætlað ungfólki millum 12 og [...] líkið í nýggju bókini ?Vandamikli musssurin? enn meir ræðandi, tá lesarin fær at vita, at deyða gentan er ein av teimum fýra vinkonunum, Benadikta, Nora, Trina ella Vilborg. Síðani verður tíðin skrúvað tríggjar [...] hevur týtt bøkurnar til føroyskt, sum forlagið Nýlendi gevur út. ?Vandamikli mussurin? er 192 blaðsíður stór fikkubók og er sett hjá Cre8 í Klaksvík.
Tiltakið er skipað sum eitt kafé-kvøld, har Randi Nolsøe somuleiðis fer at luttaka við sangi. Um vikuskiftið fær oyggin somuleiðis vitjan av »kollveltingarsinnaðum« fólki úr Noregi. Talan er um fólk frá [...] og leygarkvøldið við luttøku einum toymi frá felagsskapinum. Fyrrapartin leygardagin er ætlanin at hava eina lítla framførslu í miðbýnum. Bæði tiltøkini eru ókeypis.
Føroyum Arkitektavinnan er ein liberal vinna, sum er í støðugari kapping. Vinnan er sera viðbrekin yvir fyri sveiggjum í búskapinum. Arkitektavinnan er ein vitanarvinna, har tað er umráðandi at hava kontinuitet [...] útbúgvnum fólki. Fyri hesar báðar nevndu verkætlanir er talan um 20-25 ársverk í arkitektavinnuni tey næstu 4 árini. Talan er eisini um, at arkitektavinnan er grundarlagið fyri so nógv annað virksemi t.d. v [...] allar tær týðandi uppgávurnar fara av landinum. Soleiðis er støðan í Grønlandi, við tí úrsliti, at arkitektavinnan ikki er á tí støði, sum hon er her heima. Spurningurin til tann almennu byggiharrarnar
upptekur tey ungu allarmest er tónleikur. Tí hava tey eisini keypt byrjunarútgerð til eitt orkestur, og hetta er sjálvandi sera vælumtókt. Tvær freistandi hæddir Ungdómshúsið er innrættað í tveimum hæddum [...] og dreingjum við at seyma smartar húgvur í alskyns litum. Hon er útbúgvin hondarbeiðslærari, og greiðir okkum frá, at nýggja ungdómshúsið er opið tríggjar dagar um vikuna: týsdag, mikudag og fríggjadag [...] við okkum starvsfólk, so tey kenna, at hetta er teirra stað, sigur Anna. Hon vísir á, at fólk skulu venja seg við, at býurin nú hevur eitt ungdómshús. - Hetta er ikki ein ansingarstovnur men eitt virkið hús
Fótbóltur - Hvat fanin er hetta fyri nakað?! Fuglfirðingarnir – bæði á og uttan fyri vøllin – standa spyrjandi. Summir standa og geyla orð, sum eru betri óskrivaði, eftir dómaranum, meðan aðrir eru fámæltir [...] seg koma. Serbin liggur og gremur seg á vøllinum, meðan EB/Streymur fer í mótálop. Arnbjørn Hansen er einsamallur við Andras Gango, tá málverjin fellur hann í feltinum. Brotspark til sundalagsmenn. Egil [...] Egil á Bø gongur fram móti bóltinum. Hann ger skjótt av, sendir til vinstru hjá málverjanum, men Gango er vakin og verjir fyri skotinum. Skjótt verða allir armarnir úr Fuglafirði lyftir í loft. Rættvísið vann
avgerðunum, sum Rúni Nolsøe hevði tikið undan dystinum, men í fótbólti er tað væl soleiðis, at vinnarar hava altíð rætt. Hinvegin er talan nærum um kreppustøðu í Runavík eftir ósigurin. Gaman í eru 20 dystir [...] verða teir tiknir »ein í senn«, so kann NSÍ sjálvandi toga seg uppaftur. Men veruleikin er samstundis, at NSÍ nú er sjey stig aftan fyri EB/Streym, og higar til hevur spælið hjá NSÍ ikki borgað fyri, at [...] avgjørt sínar møguleikar, sum teir ikki tóku av. Men hvør sum ein vildu teir á HB-liðnum prógva, at liðið er betri, enn seinastu dystirnir hava víst. Hjá NSÍ hevur eisini staðið nógv á. Meistararnir hava enn
Ein av gestunum til tíðindafundin er nevnliga Høgni Madsen, sum eigur sín stóra leiklut í góðu úrslitunum, sum ÍF hevur rokkið higartil. Um lítla løtu verður greitt, hvørjir aðrir spælarar eru í hópinum
Tað er lívligt og undirhaldandi í Gundadali, har NSÍ vitjar HB. Beinanvegin eftir steðgin varð Øssur Dalbúð skiftur inn í NSÍ álopið fyri Andy Olsen. Lítil løta var farin, tá ið Tróndur Vatnhamar stórbjargaði [...] Fróði Benjaminsen varð fluttur aftur í miðverjuna, og Andrew av Fløtum varð settur inn í álopið. Lítla løtu seinni varð Christian Høgni Jacobsen settur inn á HB miðvøllin í høgru fyri Pætur Jørgensen.