»Tónleikurin ger, at eg kenni meg á lívi«

- Eg havi altíð havt tað soleiðis, at eg má renna eftir lívinum. Eg ætli mær so ræðu­liga nógv, og um eg skal náa alt, má eg undirprioritera sovorit sum svøvn og mat og bara skifta ímillum tær sjey maskurnar, ið eg livi við hvønn dag, sigur Hans Edward Andreasen um lívið sum sangskrivari og oddamaður í bólkinum The Dreams

Samrøða

Sunneva Háberg Eysturstein

 

Hans Edward Andreasen er for­sangari í The Dreams. Umframt at vera tað, hevur hann eisini publishing avtalu við stóra plátu­felagið EMI, sum hann skrivar tónleik fyri til bólkar og einstak­lingar. Seinastu tvær vikurnar hevur hann sitið í studio Pegasus í Klaksvík og arbeitt við tilfari til EMI, umframt til næstu fløguna hjá The Dreams.

Við The Dreams hevur Hans Edward verið ígjøgnum eina rúgvu av royndum seinastu árini, sum hava úrslitað í, at teir í dag eru millum kendastu bólkarnar í Danmark. Á heysti í 2005 vóru teir við í MTV ACUT showcase kappingini í Onglandi og blivu av m.a heimskendu poppstjørn­uni Anastaciu settir á eitt flott triðja pláss út av 3000 luttakandi bólkum.

- Túrurin til Onglands má vera tað mest langt úti upplivilsið, eg nakrantíð havi havt. Eg var totalt sjúkur í høvdi og sál um tað tíðina; fór ígjøgnum ein ógvus­ligan sálarligan niðurtúr við ógvusligum panikkangsti, og skuldi yvir har at stilla meg frammanfyri kameraðið og lata sum um, at alt var kul. Tað var ræðuligt, men eg royndi bara at hála eina masku á meg og koma ígjøgnum tað. Eg ristist, var bangin allatíðina og spýði nógv, men kláraði at goyma tað úteftir, og tað gekk. Tað hjálpti altíð at drekka eina øl ella tvær.

 

Hvat var tað fyri ein niður­túrur, og hví fekst tú hann?

- Fyri uml fimm árum síðani byrjaði eg knapliga at fáa panikk­angst. Eg kendi meg innistongd­an og fór ikki út millum fólk. Hetta gjørdi, at eg misti alt; arbeiði, damuna, alt, sum hevði nakað at siga fyri meg her í Føroyum.

- Eg haldi slett ikki, at fólk tóku tað seriøst, at eg var illa fyri sálarliga. Sikkurt tí, at tey sóðu einki á mær; tað var ikki eitt sár útvendiga, og tí kundu tey ikki skilja tað.

 

Hvat hendi aftaná MTV ACUT?

- Eg búði hjá fastur míni í Danmark um ta tiðina. Tá eg kom aftur til Danmarkar aftaná túrin, fortaldi fastur mín mær um eitt, ið á donskum eitur Kunstn­arapsykolog. Tað er nakað, sum ræðuliga nógvir tónleikarar ganga til, fyri at kunna tosa við onkran um alt pressið, ein er útsettur fyri og allar teir spurn­ingarnar, ið mæla í høvdinum.

- Eg fór so til hendan kunstnarapsykologin. Og eg haldi eisini, at tað hjálpti mær í byrjanini, tí eg slapp at tosa við onkran um alt tað, sum mól inn­aní. Men trupulleikin var, at hon var trúgvandi, og tað órógv­aði terapiina. Eg eri sjálvur trúgv­andi, men ikki uppá handan ekstrema mátan, har mann inn­dregur tað uppí alt, sum mann fæst við. Hon var pins, so tað var rættiliga nógv í tí ógvusliga endanum.

- Tað, sum hendi, var, at eg ein dagin gjarna vildi tosa um mína ræðslu fyri at flúgva, sum eisini er eitt ting, ið plágar meg nógv. Serliga beint áðrenn, eg skal út at ferðast, og eg skuldi flúgva til Føroyar akkurát tá. Niðurstøðan hjá henni var, at hon tók í mínar hendur og byrjaði at biðja. Og tá kollapsaði tað bara.

- Eg leitaði eftir meira fysisk­ari hjálp. Eftir at finna onkran, sum hevði tað betri enn eg, soleiðis at eg kundi síggja, at mann kann hava tað betri, enn eg hevði tað. Og tað síðsta, eg hevði brúk fyri, var, at tann, sum skuldi hjálpa, fór at brúka tað fenomenið, sum er allarmest óvisst her í verðini. Jú, eg biði faðir vár, men ikki tá eg fari til sálarfrøðing! Tá vil eg hava fakta. Vil hava hjálp her og nú, andlit til andlit. Ikki bønarløtu. Eg haldi, at tað var tað ringasta, hon kundi gera akkurát í tí støðuni.

- Eg gavst har og royndi at finna aðra hjálp. Men á ein ella annan hátt hevði eg mist trúnna á, at onkur var, sum hevði tað betri enn eg. Hevði líkasum mist vónina fyri, at eg sjálvur kundi fáa tað betri.

 

Hvat gjørdi tú so fyri at hjálpa tær sjálvum?

Aftaná eina tíð fór eg til Føroyar at gera fløguna Tazi við The Dreams. Eg kom aftur, tí eg kendi á mær, at eg mátti fáa okkurt burturúr. Og tað var mega hart at gera tað í Danmark. Men í Føroyum kanst tú sova nógv, meðan tað sær út sum um, at tú gert ordiliga nógv. Tað kanst tú slett ikki í Danmark, og eg orkaði ikki at vera har beint tá.

- Eg var í Føroyum í uml eitt ár, og eg fekk tað nógv betri hetta tíðarskeiðið. Haldi næstan, at tað er tí, at eg var tilvitaður um, hvat var galið. At tað var nakað galið yvirhøvur.

- Aftaná at Tazi var komin út, vildi eg aftur sleppa víðari og gera okkurt meira. Eg vildi uppnáa nakað størri við tónleikinum, við bólkinum. Tað endaði so við, at vit allir fluttu niður fyri at satsa uppá tónleikin. Vit meldaðu okkum beinanvegin til danska undanumfarið av Global Battle of The Bands, sum var í november 2006.

- Hetta gloymi eg ongantíð. Vit høvdu null forvæntningar. Og sjálvt um tað gekk ok at spæla, ljóðaði tað av helviti til. Men so løgið sum tað ljóðar, so vóru fólk mega imponerað og komu til okkum aftaná og róstu ordiliga nógv fyri røddina og fyri gott samanspæl. Tað var mega feitt.

- Tað var til hesa kappingina, at vit møttu Chief1, og tíðin harfrá og inntil nú, er eitt stórt ævintýr, sum alt er honum at takka.

 

Tit blivu so meldaðir til danska Melodi Grand Prix. Hvussu var tað, og hvussu endaðu tit í kappingini?

- Tað var faktiskt tí, at eingin trúði uppá okkum. Vit fóru til eina rúgvu av plátufeløgum; Universal, EMI, Warner, Copenhagen Records osfr, men eingin tók ímóti. Copenhagen vóru somikið langt úti, at tey ráddu okkum til at fara í ættina av Alphabeat, tí tey hildu, at rokkurin var deyður. Shit, tað er respektleyst! Men hendan bransjan er so fokkin hørð. Tú verður testaður í høvd og reyv alla somlu tíðina.

- Samstundis sum at eingin tók ímóti okkum, høvdu vit heldur ongan kapital. So Chief tók lán uppá seg sjálvan, og so settu vit tingini á rull. Vit avgjørdu at fara við í MGP, tí at tað var so langt síðun av, sum tað kundi vera. Alt, sum vit hava gjørt, hevur verið ímóti tí, sum fólk hava væntað; at geva eina føroyska coverfløgu út; at syngja á donskum; og so at luttaka í MGP. Fólk hava altíð verið blown away av tí, sum vit gera, og hetta var sum so ikki nakað undantak. Eg havi heldur ongantíð følt meg so nógv sum eitt alien, sum tá vit framførdu har. Alt hatta stjørnuglitrið og dyrkanin. Tað var eisini feitt uppá onkran máta at sleppa at rista eitt sindur í hasa yvirdrivnu fasaduna, sum MGP hevur. Og eitt ella annað stað var tað eisini spennandi at royna at gera nakað spildurnýtt í MGP høpi. At fáa meira av persónligheit í við at ein bólkur ger og framførir egnan tónleik. Vit sluppu tó ikki at framføra tónleikin live, men máttu hava playback, tí soleiðis vóru reglurnar.

- Tað vóru nøkur ting, ið kravdu langa tíð at umhugsa og tyggja uppá. M.a tað at syngja á donskum, tí eg dugdi slett ikki danskt. Men tá eg so at enda svølgdi stoltleikan eitt sindur og royndi tað, fann eg beinanvegin útav, at tað var slett ikki so av leið, sum eg hevði hildið frammanundan. Eg vandi meg skjótt við tað, og í dag geri eg tað heilt av mær sjálvum. Fangi meg onkuntíð í at syngja á donskum, uttan at vita av tí, tá eg seti meg við gittaranum.

- Hetta er bara eitt stig á leiðini at taka heimin. Vit eru byrjaðir í Danmark, tað væsta verður Týskland, og so ætla vit at flyta okkum yvir til Asia, áðrenn vit fara til Amerika.

 

Verður næsta fløgan so á týskum?

- Nei, bestemt ikki! Tilfarið verður enskt frá nú av. Kanska geva vit eina danska EP út afturat, sum ein uppfylgjara uppá hina fløguna, men annars ikki.

 

Sum skilst hava tit ein stóran fjepparaskarða í Danmark. Men hvussu er at vera The Dreams? Og hvussu reagera danir uppá tað, at tit hava luttikið í MGP?

- Vit hava fingið heilt ekstrema móttøku í Danmark. Fólk renna til okkum aftaná konsertir og skriva til okkum, at tónleikurin hjá okkum hevur bjargað lívinum hjá teimum.

- Ein genta sendi okkum alla sína lívssøgu. Hon hevur havt eitt mega fokkað lív; pápin hevur neyðtikið hana fleiri ferðir, hon hevur skorið seg sjálva nógv, og hon hevur roynt at gjørt sjálv­morð tríggjar ferðir, men er hvørja ferð blivin bjargað frá tí. Hon skrivaði, at tónleikurin hjá okkum ger, at hon sleppur vekk. Tá følir mann gott nokk, at mann hevur gjørt sítt. Og tað er eisini sovorit, sum gevur øllum tí, sum mann ger, meining. Men nú skulu vit víðari at geva hetta til onnur eisini, í øðrum londum.

- Tað, sum vit arbeiða við nú, er m.a at vinna respektina aftur frá Melodi Grand Prix. Mann missir, kanska ikki heilt uttan grund, street kredit við at vera við í einari sovorðnari kapping. Vit hava m.a valt at geva »Himl­en falder, helvede kalder« út sum næsta staklag, ístaðin fyri eitt av teimum mest upplagdu hittunum hjá okkum. Tað reyk inn á Boogie listan beinanvegin, sum var ein ordilig upplyfting fyri okkum. Eg haldi, at vit hava vunnið nógv aftur av at gera tað trekkið.

- Eitt annað, ið vit leggja stóran dent á, er at siga nei til gigg, ið koyra uppá playback. Playback er annars ræðuliga populert í Danmark fyri tíðina, men vit siga nei til øll slík gigg, tí tú følir teg sum ein klovn, tá tú framførir uppá handan mátan. Eg haldi eisini, at tað er for sjúkt við MGP. Tað er for fúl stjørnu­dyrk­an, sum bara handlar um at vera eitt vørumerki.

 

Hvar fóru teir sálarligu trupulleikarnir í rokanum?

- Eg haldi, at eg havi góðtikið teir á ein ella annan hátt. Men eg kann enn fáa panikk, og eri serliga bangin fyri, at okkurt sovorit skal henda, meðan eg standi á pallinum. Men eg koyri eisini meg sjálvan alt ov hart og arbeiði alt ov nógv. Eg fái ringa samvitsku, um eg fari ov tíðliga heim, tí eg havi altíð kent tað soleiðis, at mann má renna eftir lívinum; at eg havi alt ov lítla tíð til at uppnáa alt tað, ið eg vil. Eg ætli mær so ræðuliga nógv, og um eg skal alt, má eg undir­prioritera sovorit sum svøvn og mat og bara skifta ímillum tær sjey maskurnar, ið eg livi við hvønn dag.

- Tónleikurin er alt fyri meg. Hann ger, at eg kenni meg á lívi. Men hann hevur eisini sínar óndu síður, og tær má eg bara læra at liva við, tí eg fari at blíva við at pressa meg sjálvan og arbeiða hart fyri at uppnáa alt tað, ið eg vil.

- So jú, eg fái enn annføll og føli tað ofta sum um, at hjartað ger undarlig ting. Men eg endi ikki á sjúkrahúsinum longur, og eg hyperventileri ikki so ógvus­ligt, at eg svími. Eg veit nú, at tað bara er í høvdinum, og eg kann kontrollera tí partvís væl. Tíbetur, tí annars hevði eg ikki verið í dag.