Skrivað: Joannes Dalsgaard
Vit spyrja formannin, hvar føroysk byggilist stendur í dag og um tað er nakað serstakt, sum eyðkennir føroyska byggilist?
Til hetta sigur Mayfinn, at vit hava ein sereyðkendan føroyskan byggisið, men tað er ikki eydnast okkum at halda fast í hesum og menna hann til nakað, sum kann nýtast aftur í okkara tíð. Hetta heldur hann vera stórt spell, tí nógvar dygdir eru í hesum byggisiði, ið kunnu gagnnýtast tann dag ídag.
Vit spyrja so, í hvønn mun er føroysk sethúsa- og íbúðarbygging myndað av føroyskum arkitekturi? Vit nevna, at byggivirksemið hevur nú leingi verið stórt og spyrja Mayfinn: hvussu vil tú meta hetta virksemi frá einum arkitektasjónarmiðið? Ella við øðrum orðum: í hvønn mun eru føroyskir arkitektar við í tí stóru sethúsa- og íbúðarbygging, sum fer fram í Føroyum?
Mayfinn svarar, at tað henda broytingar í vinnuni. Landstýrið hevur rikið ein ekspansivan fíggjarligan politikk og hevur hetta merkst í vinnuni. Hetta hevur eisini loyvt peningastovnum at føra ein ekspansivan politikk, eitt nú við, at verandi sethúsalán við rentufrádrátti verða umløgd við frívirði til nýtslu fyri eyga. Nýggj lán við upp í 40 ára afturgjaldingartíð síggja dagsins ljós. Hetta er ikki bara til fyrimuns. Mayfinn heldur, at einasti vinnarin í síðsta enda eru peningastovnarnir, meðan lántakarin verður stavnsbundin at sínum lánum restina av lívinum. Vit eru farin frá ávaring um lágkonjuktur til nærum ovurupphiting, serliga innan byggivinnuna, sama mynstur er at síggja í grannalondum okkara. Kostnaður fyri tilfar og arbeiðstøku eru í stóran mun hækkandi – virði á fastognum í høvuðstaðnum eru hækkað upp í tað dupulta. Tað liggja enn stórar almennar byggiuppgávur fyri framman. Landsstýrið má tó í hesum døgum halda aftur orsakað av hækkandi prísum og inflatión, men tó eru skúlabyggingar fyri framman fyri tilsamans 500 mio. Hetta er eisini galdandi fyri kommunurnar, ið somuleiðis eru noyddar at útbyggja tænastur sínar sambært eftirspurninginum. Tað vísur seg at vera torført at planleggja útbyggingarnar hjá tí almenna samsvarandi byggingina hjá tí privata. Orsøkin er fyrst og fremst fíggjarskipanin, at almenn bygging skal fremjast í inniverandi fíggjarári - Ein kundi yskt, at landið og kommunur aftur arbeiða við at seta miðlar til bygging í grunnar, soleiðis at byggingin kundi verið framd við betri skili í mun til tíð og samfelagstøðu.
Tórshavnar kommuna hevur í stóran mun, aftaná útstykkingina í Hoyvíkshaganum, latið útbyggingina innan búðstaðir upp í hendurnar á arbeiðstakarum og sokallaðum “developarum”, ella íleggjarum. Hetta skapar eitt spekulatiónsumhvørvi innan íbúðarbygging. Úrslitið er, at íbúðareindin er so mikið kostnaðarmikil, at frívirðið við at fara úr sethúsum í íbúð fánar burtur. Tey eldru velja tískil í stóran mun at vera verandi í sínum sethúsum. Avleiðingin av bústaðarpolitikkinum hjá t.d. Tórshavnar kommunu er, at privat grundstykki kosta 1.8 mio. at ogna sær. Gomul niðurslitin sethús kosta 2.2 mio – Byggiharrar ríka seg upp við at selja íbúðir fyri Kr. 25.000,- pr. fermetur og upp í 3.0 mio. fyri raðhús. Havnar kommuna skuldi heldur roynt seg við sosialari bygging.
Almenna byggivirksemið
Spurdur, hvat hann heldur um almenna bygging í dag og í hvønn mun almenn bygging er myndað av føroyskum arkitekturi, sigur Mayfinn:
Eg haldi tað vera syndarligt at síggja, hvussu tað almenna - bæði stjórnarráð og stovnar, húsast. Mín meting er, at tað almenna eigur at ganga undan og vísa, hvussu nógv tað hevur at týða fyri innihaldið og virksemið í einum bygningi, at tað byggilistarliga er í hásæti.
Almenn bygging - tilvitað útihýsing av føroyskum fyritøkum.
Vit spyrja Mayfinn um almenna byggipolitikkin og hvussu almenn bygging hóskar til føroysk viðurskifti og hvussu hann sum heild metir nýggjar almennar bygningar? Hvussu eru teir sum byggilistaverk? Vit spyrja eisini, hvussu almennar arkitektauppgávur verða latnar og nevna, at tað tykist sum ávísar stórar arkitektafyritøkur hava allar stórar almennar uppgávur - hvat merkir hetta fyri føroyska arkitektur og hvussu ávirkar hetta føroyska byggilist sum heild? Ella við øðrum orðum: Eigur tað almenna, land og kommunur, í øllum førum at skriva út arkitektakappingar, tá talan er um almenna bygging?
Tórshavnar kommmuna og Landsverk hava í seinastuni havt lýsingar í útlendskum og føroyskum bløðum um prekvalifikatión til ráðgeving til ávíkavist Ellisdepil úti við Strond og Skúladepil við Marknagil. Orðingin í lýsingunum er soleiðis háttað, at tað kann ikki kallast annað enn tilvitað útihýsing av føroyskum fyritøkum. Lýsingin hjá Tórshavnar kommunu var enntá 2-3 vikur fyrr í teimum útlendsku fjølmiðlinum. Ikki fyrr enn Arkitektafelagið spyr kommununa um málið, kemur lýsingin í føroysku fjølmiðlarnar. Tórshavnar kommuna hevur eisini koyrt onnur ráðgevaraarbeiði, so sum heildarætlan fyri kommununa og Ítróttarhøll á Nabb, beinleiðis av landinum uttan kapping. Fyrst og fremst metir arktektavinnan, at tað er sera óheppið og ikki vinnuni til frama, at eingin føroysk fyritøka kann prekvalifiserast til uppgávuni. Krøvini til prekvalifikatiónina eru snøgt sagt sett alt ov høgt. Krøvini til fíggjarliga orku, royndir og arbeiðsorku hjá ráðgeva fylla ov nógv og botna bert í tíðarkarmi til avgreiðslu av projektering. Tíðarkarmin kann byggiharrin planleggja betur og hann skal haldast upp ímóti øðrum faktorum.
Totaløkonomisk atlit
Í hesum tíðum, har tosað verður um undirskot á handilsjavnanum, er tað undrunarvert, at tað almenna gongur á odda við at innflyta ráðgeving, sum kundi verði framd í Føroyum. Hetta er eisini beinleiðis móti kjakinum og rákinum um vitanarsamfelagið og vantandi heimafturflyting av útbúgvnum fólki. Fyri hesar báðar nevndu verkætlanir er talan um 20-25 ársverk í arkitektavinnuni tey næstu 4 árini. Talan er eisini um, at arkitektavinnan er grundarlagið fyri so nógv annað virksemi t.d. verkfrøðinga- og byggifrøðingaarbeiði, umframt handverkaravinnuna og smásølu. Hetta merkir, at allir ringvirkningar av vitanararbeiðinum eisini verður flutt av landinum. Ráðgevaraparturin fyri Ellis- og Skúladepil er tilsamans uml 50-70 mio kr., sum fara beinleiðis av landinum, umframt mistar skattainntøkur, mist arbeiðspláss og mist tilflyting. Var uppgávan avrikað her heima, hevði hon eisini verið við til at skapa kontinuitet og ment ta føroysku arkitektavinnuna, so hon í framtíðini kann fara út í heim og skapa enn meira arbeiði í Føroyum. Ein fráskrivar sær soleiðis so at siga førleikamenning, vitanarsavning og vanliga menning av arkitektavinnuni. Tískil gagnar hetta bert stórum útlendskum fyritøkum. Hinvegin meta tey føroysku virkini uppgávuna hvørki at verða óvanliga stóra ella at krevja serkunnleika. At byggja ein nýggjan Hoyvíkar skúla, ella Argja skúla megna vit, tí standa vit spyrjandi, hvat hetta við Ellisdepli og Skúladepli skal verða gott fyri, annað enn at leypa uppum har garðurin er lægstur uttan fyrilit fyri tí, sum henda gongd og hesin framferðarháttur hava við sær av óhepnum fylgjum fyri partar av føroyskari byggivinnu.
Strámannavirksemi
Føroysku virkini hava merkt áhuga frá útlendskum fyritøkum um samstarv um uppgávuna. Tá talan ítøkiligt er um, á hvønn hátt samstarvið skal skipast, kundi hugburðurin um samstarv mint um strámannavirksemi. Tað sær gott út á pappírinum at hava ein føroyskan samstarvsfelaga, men tað mennandi arbeiðið skal gerast uttanlanda. Einki er til hindurs fyri, at uppgávan kundi verið loyst av føroyskum virkjum í felag, ella at byggiharri seinni reisti krav um at loysa uppgávuna í felag við útlendskan ráðgevara. Vandin at krevja hetta, áðrenn vinnarin av kappingini er funnin, er, at talan skjótt verður um strámannavirksemi, sum ikki veruliga mennir føroysku ráðgevaravinnuna. Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at vit hava nógv sera dugnalig starvsfólk í arkitektavinnuni. Tað er umráðandi, at vit varðveita hesi fólk í vinnuni og kunnu bjóða teimum spennandi uppgávur og avbjóðingar. Eins og aðrar vinnur ynskja vit at fáa tey, sum starvast uttanlanda heimaftur at geva íblástur og at menna vinnuna uppaftur meira. Um hetta verður leisturin framyvir, koma vit heilt víst at síggja eina vinnu, sum ikki mennir seg, tí allar tær týðandi uppgávurnar fara av landinum. Soleiðis er støðan í Grønlandi, við tí úrsliti, at arkitektavinnan ikki er á tí støði, sum hon er her heima. Spurningurin til tann almennu byggiharrarnar, land og kommunur, kundi tí verið: Ynskja tit grønlendskar tilstandir?
Fólk, førleiki og vitanarvinna til Føroyar
Tað skal havast í huga, at tann útlendski marknaðurin hevur havt uppgangstíðir í longri tíð og hetta skapar ein mismun í tilvísingum um fakligar royndir og vinnulig avrik. Arktektavinnan er ein vinna, sum er vælegnað sum útflutningsvinna, Finnland bygdi til dømis allan sín spírandi altjóða samleika á arkitektur og listahandverk. Um tann føroyska vinnan ikki kann fáa tær heimligu tilvísingarnar t.v.s eina almenna dygdar- og góðskubygging her heima við føroyskum ráðgevum, sum muna nakað, koma vit ongantíð út í heim. Føroyingar hava ein samleika, eina føroyska byggilist, sum vit skulu menna og dagføra sum t.d gjørt við randarhúsunum á Gøtu. Byggilist kann verða partur av tí útflutningsvinnuni, ið skal stuðla fiskivinnuni, nakað sum vit í stóran mun mangla, um búskapurin skal gerast meira støðugur.
Tað krevst serkunnleiki at byggja í Føroyum
Arkitektavinnan er ein liberal vinna, sum er í støðugari kapping. Vinnan er sera viðbrekin yvir fyri sveiggjum í búskapinum. Arkitektavinnan er ein vitanarvinna, har tað er umráðandi at hava kontinuitet og at varðveita vitanina í landinum og støðugt menna hana. Tað krevst serkunnleiki at byggja í Føroyum, tí veður og vindur seta sera stór krøv til arkitektoniskar og byggitekniskar loysnir. Henda serkunnleikan hava vit. Tað er hinvegin einki krav í lýsingunum at hava bygt í Føroyum, hetta undrar okkum stórliga!
Kapping á jøvnum føti
Um hesin áður nevndi háttur at bjóða ráðgevaravirksemi út hevur til endamáls at fáa útlendskar fyritøkur inn á føroyska marknaðin, fer føroyska arkitektavinnan fyri so vítt ikki at leggja seg út í hetta. Føroysk arkitektavirkir eru dagliga í kapping við føroysk og útlendsk virkir og soleiðis hevur tað altíð verið. Hesum hava føroysk virkir einki ímóti, bara tað verður kappast á jøvnum føti. Tað er ikki støðan í hesum føri! Aðrir hættir eru at fáa kapping og kvalifiserað aftursvar uppá upppgávurnar. Hví ikki bjóða arbeiðini út sum opnar hugskotskappingar, projektkappingar ella innbodnar kappingar, har føroyskar teknistovur sleppa at luttaka? Síðan kann almenni byggiharrin seta krøv um orku og førleika, men tá hevur teknistovan, sum vann uppgávuna fyrimunin og ikki bert "tann størsta teknistovan".
Varðveiting av gomlum bygningum
Vit venda okkum síðan til spurningin um varðveiting av gomlum húsum, sum hevur vaksandi áhuga millum føroyingar. Hvat heldur tú um varðveiting av gomlum húsum og gomlum býlingum? Hvussu hava vit megnað at sameina gamalt og nýtt?
Kontan á fíggjarlógini, Friðað hús og fornminni, ið verður umsitin av Føroya Fornminnissavni, hevur ov lítla játtan, uml. kr. 600.000, til at kunna røkka sína uppgávu sambært lógini. Játtanin er til umvæling, viðlíkahald og rakstur av friðaðum landsognum, sum eru álagdar Fornminnissavninum at reka, at samsýna Fornminnisnevndini, umframt stuðul til friða hús og fornminni, sum ikki eru landsogn. Savnið hevur skyldu at ráðgeva eigarum av friðaðum bygningum í sambandi við umvæling og viðlíkahald. Eisini hevur savnið skyldu til at sýna friðaðar bygningar fimta hvørt ár. Tað eru uml. 90 bygningafriðingar tilsamans. Nógvar av friðingum fevna um fleiri bygningar, soleiðis at talið kemur uppum 100, umframt øll úthúsini, ið eru afturat bygningunum. Til allar hesar bygningarnar verða vanliga bert umleið Kr. 140.000,- latnar í studningi, meira røkkur játtanin ikki til. So her liggur nógv á láni.
GL. skúli í Oyndarfirði
Alment stevnumið fyri byggilist
Tit hava í Arkitektafelagnum gjørt vart við, at byggilistin eins og aðrar listagreinir eigur at verða ein partur av landsins mentanarpolitikki – hvørji ráð hava tú og felag títt til avvarandi myndugleikar við atliti at byggilist og mentanarpolitikki?
Landsstýrið eigur at orða eitt alment stevnumið í sambandi við byggilist. Tað er ein royndur lutur, at eitt bygningsverk ofta kann standa í fleiri hundrað ár. Hesin veruleiki undirstrikar tørvin á "burðardygd" í planlegging, proportiónum, tilfarsvali, litavali o.s.fr. ella stutt sagt byggilist. Vit hava fyri stóran part okkara samleika í tí fysiska umhvørvinum, náttúruni og í tí menniskjaskapta, sum vit flyta okkum í. Býir og bygdir, bygningar, landslag og býarinnbúgv, t.v.s. okkara nærumhvørvi, hava alstóran týdning, tí trivnaður er nær knýttur at byggilistini ella fagurfrøðini. Gera vit okkum ikki ómak við hesum, kunnu vit gera okkum sjálvum og komandi ættarligum óbótaligan skaða. Tað er umráðandi, at tað almenna er forsprákari og ein fyrimynd fyri øll onnur. Stevnumiðið má vera, at ein íløga í bygningsverk er væl umhugsað, eitt ískoyti til umhvørvið, og ikki eitt úrslit av tilvildarligum stuttskygdum loysnum, sum bert taka støði í tíð og kostnaði, men eisini í byggilistarligari dygd. Eitt orðað mentanarpolitiskt stevnumið fyri byggilist, sum ásetur, hvussu farast skal fram viðvíkjandi bygging, hevði havt við sær betri úrslit og sæð yvir eitt longri tíðarskeið verið ein sera góð íløga. Hetta hevði nevniliga eisini minkað um framtíðar útreiðslur av framdari bygging, tí minni íløgur skulu gerast í viðlíkahald og umsiting. Tað er almenn vitan innan byggivinnuna, hvat krevst fyri at fremja eina góða bygging, trupulleikin er tíverri ofta at lopið verður uppum, har garðurin er lægstur, hetta kundi ein landsbyggireglugerð hjálpt uppá.
Landsbyggireglugerð
Reglur eru fyri, hvussu bygging skal fyriskipast og hvussu bygningar skulu innrættast. Hesar eru t.d. lógir, kunngerðir og reglur fyri at tryggja fólk og bygningar viðvíkjandi eldsvanda, konstruktiónum, arbeiðsviðurskiftum, ferðslu inni og úti og orkunýtslu. Í grannalondum okkara er lógarverkið samlað í eitt felags "bygningsreglement", men í Føroyum er enn eingin bygningsreglugerð. Brunaumsjón Landsins hevur heimild at gera kunngerðir um brunaverju og brunatrygd. Arbeiðseftirlitið hevur heimild at gera kunngerðir um arbeiðsviðurskiftir. Umsiting av býarplanum og byggisamtyktum er hjá kommunala eftirlitinum í Innlendismálaráðnum. Almanna- og Heilsumálaráðið arbeiðir við reglum um viðurskifti hjá rørslutarnaðum. Tað eru, sum sagt, fleiri stovnar, sum gera reglur í hvør sínum lagi, sum ikki altíð eru samskipaðar. Kommunurnar skulu byggimálsviðgera eftir hesum ofta fløktu reglum uttan altíð at hava fakfólk til at røkja hesa uppgávu. Rættast hevði verið at savan alt lógar- og regluverkið í eina fyrisitingareind, soleiðis at øll viðurskiftir vóru samskipað og staðfest varð, hvør hevði myndugleikan. Tað áliggur Landsverki at fáa til vega eina landsbyggireglugerð, sum samansjóðar almennar reglur um bygging í Føroyum. Hetta arbeiði eigur ongantíð ov skjótt verða sett í gongd.
Almenna rúmið
Hvørji arkitektonisk krøv setur ein arkitektur í dag til almenna rúmið?
Hvat almenna rúminum viðvíkur, so eru tað ikki bert bygningarnir, men eisini rúmið millum bygningarnar, sum er av alstórum týdningi fyri trivnað. Tað, sum er umráðandi at hava í huga í hesum sambandi, er millum annað, hvussu ferðsla, nýtsla og uppihald skulu skipast- fólk og bilar skulu sameinast. Um tú gongur ein túr út á Tinganes fær tú kensluna av, hvussu rætta skipanin av útirúmum kann skapa eitt umhvørvi, ið er framúrskarandi - sjálvt um veður og vindur ikki er til vildar, kann ein altið finna lívd og trivnað. Tórshavnar kommuna ger nú aftur eina roynd at broyta miðbýin við umskipan av ferðsluni, nýggjum innbúgvi og áleggingum - hetta hevur nevniliga sera stóran týdning um tað skal eydnast at fáa fólk at nýta býarrúmini.
Tey góðu húsini
At enda Mayfinn Norðoy: Hvørji krøv skulu eftir tíni fakliga áskoðan eini góð sethús, ein góð íbúð og ein góður almennur bygningur lúka?
Nú tali eg fyri meg sjálvan: Eg havi starvast á privatari teknistovu, Føroya Fornminnissavni og seinni á Landsverk. Seinasta árið havi eg bygt upp eina teknistovu, nevnd Kontrast arkitektar í samstarvi við Heina Weihe, ið er designari. Okkara mál er at skapa vøkur og vælvirkandi fysisk umhvørvið – frá planlegging av bygningum til innrætting og sniðgeving. Tann einstaka byggiskráin og virðini á staðnum er íblásturin. Vit vilja framleiða tað serliga í hvørjari verkætlan, so hugskotið verður varðveitt. Kreativitetur, professionalisma, sjálvstøða og dynamikkur hjá starvsfólkinum er mest umráðandi tilfeingið á teknistovuni. Visjónin hjá Kontrast arkitektum er at gera mun og at geva byggilistini betri kor. Okkara arbeiði snýr seg ikki bert um byggingina, men eisini um ábyrgd fyri tí sosiala, umhvørvinum, fíggjarviðurskifti, byggitilgongdini o.s.fr. Fyri at gera mun ynskja vit, at byggiharri, brúkarar og aðrir ráðgevar luttaka so tíðliga sum møguligt í tilgongdini. Uppgávurnar verða altíð gjørdar í tøttum samstarvi við byggiharran og brúkaran. Okkara stevnumið er at skilja og tulka ynskini hjá brúkaranum, og at umseta hesar til loysnir, í samskipan og tráð við staðið har byggjast skal. Sum navni vísur á, er tað kontrastin millum tað lætta og tað tunga, tað opna og tað lokaða, tað høga og tað lága o.s.fr. sum er okkara virkisevni og miðil til at skapa spennandi rúm og upplivilsir, sigur Mayfinn Norðoy at enda í samrøðuni við blaðið.