Til brunch við babba

Tað er altíð ein stór uppliving at fáa eitt barn. Men tað er ein sonn kollvelting at gerast pápi, tá man nærkast teimum fimmti. Hetta var niðurstøðan hjá tíggju gomlum pápum, sum vit bjóðaðu til brunch og pápaprát á ein gulan sunnudag í apríl – við børnum sjálvandi

Hvussu kennist tað at blíva pápi, tá ein kundi sitið í einum djúpum lenistóli við ternutum inniskóm og nærlisið heimsatlasið?

Tíggju pápar tóku beinanvegin av einari innbjóðing til brunch á Hvonn ein vakran sunnumorgun til eitt prát um, hvussu tað er at fáa barn, tá ein er eldri enn føroyski miðalpápin.

Tí eru 13 elskulig børn millum null og fimm ár farin í býin við pápunum í dag – í kjólum, frakkum, skjúrtum og onkur við bamsu undir arminum. Tey tykjast serstakliga væl nøgd at vera einsamøll við so nógvum glaðum vaksnum monnum í senn – heilt vist eisini ein sera sjáldsom hending í einum barnalívi anno 2008. Bara smíl og “fitti babba”, onki grenj ella plágarí – og bara ein einkult kukkublæa í nærum tríggjar tímar.

Hópurin leggur fyri við at fáa sær av leskiliga sjálvtøkuborðinum, og sjálvandi er øll seancan merkt av kulum kaosi, tí børnini eru smá og vandarnir nógvir, við heitum íløtum og brøttum trappum. Undirritaða heldur tí eitt vakið eygað við tvey ára gomlu tvíburunum Elisabet og Sofíu, meðan pápin, Rasmus Magnussen (48), fær teimum mat upp á tallerkin. Tá eg ringdi til hansara og bjóðaði honum og diddunum til brunch, ivaðist hann eina løtu, tí, sum hann segði: Tað fer ongantíð at ganga - tær eru ongantíð í friði. Men hann var kortini lættur at yvirtala.

Skjótt eru tallerkarnir rokaðir við feitum enskum breakfasti, ella mannfólkamati. Bara ein hevur fingið sær eitt pinkalítið sindur av grønum úr leskiligu salatbarrini eisini. Men soleiðis skal tað vera: Egg og bacon, reyðir búffar við sós, smáar pylsur og kaffi og djús í stríðum streymum. Og pitsapetti til børnini.


Hvør aldur sína sjarmu

Vit sessast, og í stilla sinni mínum hugsi eg, at tann sum skírdi bindiklubbar høsnagarðar at vera, hóskandi kundi uppfunnið eitt líknandi heiti til gorrandi pápabólkin. Vit koma víða um, og niðurstøðan er, at hvør aldur hevur sína sjarmu, og sjálvandi hevur tað bæði sínar fyrimunir og vansar at gerast pápi, tá ið ein er so gamal. Fleiri av monnunum siga, at kropsliga er orkan ikki tann sama longur, men mentalt eru teir klókari, búnari og tolnari. Eisini er hugurin at ganga í býnum minkaður við árunum. Onkur viðgongur, at tað er rættiliga strævið við smábørnum, og at fjúsið er væl styttri nú enn fyrr. Ein fyrimunur er tað at vera væl etableraður í sambandi við bústað og arbeiði. Men millum teirra, sum hava upplivað at fáa ein eftirnølara og sum hava eldri systkin í húsinum, er semja um, at systkini eru ótrúliga góð at hava. Allir páparnir eru virknir á arbeiðsmarknaðinum og eiga fleiri børn - summir hava havt somu konu øll árini, meðan aðrir hava fleiri forhold í ryggsekkinum. Og so hvørt sum prátið gongur, gerst greitt, at nógvir hava ymiskt í felag, men tað hoyra vit um seinni.


Eitt undurbarn

Í øðrum horninum sita tveir kendir klaksvíkingar.

- Eg og konan eiga trý børn: Tað fyrsta var eitt kærleiksbarn, tað næsta eitt ynskibarn og eftirnølarin eitt undurbarn. Poetisku orðini eigur Steintór Rasmussen (47), sum situr saman við spælibróðurinum Rana Nolsøe (48) – báðir við hvør sínari fimm ára gamlari dóttur, ávikavist Rakul og Juliu.

- Tað hevur nokk altíð ligið í kortunum, at vit fóru at fáa ein eftirnølara, sigur Steintór. Hann heldur sum so ikki, at tað hevur givið honum eitt nýtt perspektiv í lívinum, men heldur møguleikan at varðveita perspektivið í lívinum.

- Eg verið líkasum hangandi í umhvørvinum. Til dømis havi eg framvegis samband við yngri foreldur og barnagarðar, og stóran áhuga fyri skúlaviðurskiftum og tilboðum til børn og ung í Klaksvík, sigur Steintór, sum sjálvur er lærari.

Rani Nolsøe heldur tað vera púra natúrligt, at hann enn er smábarnapápi, tí hann var 30 ár, tá hann fekk fyrsta barnið.

- Eg havi altíð verið seinur upp á tað, sigur hann og flennir, men leggur álvarsligari afturat, at tá hann gjørdist pápi í 40unum, koyrdi lívsprojektið við fullari ferð, og tí noyddist hann at steðga á.

- Síðstu fimm árini havi eg verið innskrivaður í hin skrappasta og mest fokuseraða skúlan, eg nakrantíð havi gingið í, sigur hann, og vísir á, at størsti lærdómurin var at fáa eina dóttur, tí hann átti bara synir áðrenn.

- So tað hevur verið heilt fantastiskt fyri meg at fáa eitt feminint univers inn í lívið; sum at vitja ein fullkomiliga ókendan heim, sigur Rani Nolsøe, sum er stjóri í Íverksetarahúsinum.


Strævið við fleiri

Tá Rasmus Magnussen og konan fingu boðini um, at tvíburar vóru á veg, avtalaðu tey beinanvegin, at tey skuldu geva pláss fyri teimum í lívinum. Millum annað við at geva sær góðar stundir til at vera foreldur.

- Tað kom sjálvandi óvæntað á okkum, men vit vóru sera spent og glað. Vit eru kropsliga væl fyri og hava eitt gott bakland við eldri børnum og ommu og abba í húsinum, sigur Rasmus, sum kortini ikki dylur fyri, at tað til tíðir er rættiliga strævið við tveimum lívligum smágentum í húsinum.

- Við tvíburum er tað nógv meira enn bara eitt ganga eitt. Tær eru allastaðni og rýma fyri eitt gott orð, sigur Rasmus Magnussen, sum er sølumaður hjá Senta. Tí prísar hann seg lukkuligan fyri, at so nógvar hendur eru um tær smáu heima við hús.

Hetta kennir Kári á Presttrøðni (50) úr Miðvági alt til. Hann er arbeiðsformaður hjá Fiskavirking og pápi at seks børnum, sum øll búgva heima. Tann elsti er 18 ár, meðan tey bæði yngstu Mary, 4 ár, og lítli Kári, 2 ár, eru sloppin við babba til Havnar í dag.

- Tað er forbiðið strævið at hava so nógv børn, viðgongur Kári blankt. Og hann greiðir frá, at konan hevur gingið heima hjá øllum børnunum, tí tað hevði ikki loyst seg fíggjarliga at koyrt tey á stovn. Kári heldur eisini, at hann sjálvur er merktur av aldrinum, og at fjúsið til tíðir er nakað stutt.

- Tí er tað ein lætti, at tey eldri børnini taka sær av teimum yngru. Elsti sonurin keypir teimum ofta okkurt lekkurt heim við, og sum heild verða tey forkelað av teimum eldru, sigur Kári. Hann greiðir eisini frá, at tað var ikki ætlanin at fáa so nógv børn.

- Eg helt, at fýra børn vóru nokk. So eg visti, at tað fór at vera strævið, tá nummar fimm og seks komu. Men soleiðis er so mangt, sigur hann.


Forskotin ættarlið

Rasmus Magnussen nevndi, at tey vóru trý ættarlið í húsinum, tí omman og abbin búgva saman við teimum. Eisini vísti hann á, at hetta er ein góð hjálp hjá teimum, nú tvíburarnir eru komnir. Men hetta við ommum og abbum kann vera ein reellur trupulleiki, tá man fær børnini so seint, tí sannlíkindini fyri, at tey gomlu enn eru á lívi, minka sjálvandi tess eldri ein sjálvur er. Prátið um ommur og abbar fær eisini Øssur Winthereig (49), tíðindaleiðara í sjónvarpinum, at reagera. Hann hevur ofta saknað ommur og abbar til skjótt eitt ára gamla Jens. Øssur sjálvur var eisini eftirnølari, tá mamman fekk hann 42 ára gomul.

- Hjá okkum eru ættarliðini púra forskotin. Míni systkin vóru so nógv eldri enn eg, pápi doyði í 1968 og abbi longu í 1922. Og av tí at, konan er donsk, hevur hon ikki foreldur her, sigur Øssur, sum hervið eftirlýsir ommur og abbar til lítla Jens.

Øssur eigur eisini vaksin børn, og kundi fyri tað verið abbi. Hann minnist enn, hvussu óð onnur dóttirin bleiv, tá hann ringdi niður og fortaldi, at hon skuldi vera stórasystir.

- Tað lá líkasum í luftini, at eg var ein gamal stoddari, og hvat hundunum liggur tú og gert maður? sigur hann. So hann fór niður til hennara við fyrsta flogfarinum og fekk á vegnum tíð til at hugsa um hetta, at hann skuldi vera pápi aftur.

- Tá kom eg til ta niðurstøðu, at tað gevur lívinum eitt spildurnýtt perspektiv, sum eg ikki visti, at eg fór at fáa aftur, sigur hann, og skundar sær at leggja afturat, at báðar tær vaksnu døturnar eru sera glaðar fyri lítlabeiggjan.

- Tá man fær børn sum 25 ára gamal furar man runt fyri at skapa sær eina karrieru, og øll orkan fer til arbeiðið í staðin fyri til børnini. Nú er fokus fullkomiliga flutt til hetta lítla, sum krevur meg hundrað prosent, og arbeiðið hevur nógv minni týdning, sigur Øssur Winthereig.

Í bakgrundini hoyra vit stólar skrambla, og ein pápi fer út við soninum undir arminum og einum posa í hondini.

- Nú hendi tað, sum ikki mátti henda, sigur hann flennandi.


Rák ella smitta

Við eitt borð sita Tróndur Djurhuus (49), sum er sjálvstøðugur vinnurekandi, og javnaldrin Mortan Carlsen, búskaparfrøðingur, við ávikavist Sólju, 4 ár, og Magnusi, 2 ár. Spurdir, hvat teir tosa um, svara teir: Vinnulív og bankavirksemi! Men teir lata seg kortini avbróta, fyri at fortelja, at teir gingu í studentaskúlaflokki saman. Eisini avdúka teir, at heilir fýra av monnunum, sum eg havi bjóðað til brunch, gingu í hesum sama flokki, onkur eisini í barnaskúlanum: umframt teir báðir, Øssur Winthereig og Ingi Vestergaard.

- Ja, eg haldi at tað smittar at fáa børn gamal, sigur Mortan, meðan Tróndur skemtandi leggur afturat, at teir helst hava ein serligan tørv á at vera ungdómligir. Kanska er tað veruliga so, at tað smittar. Løgið er tað í øllum førum eisini, at bæði Ivan, Øssur, Ólavur og Tróndur arbeiða ella hava arbeitt í sjónvarpinum, og at vinmenninir Rani og Steintór skuldu gerast pápar í senn.


Bæði klókari og býttari

Onkuntíð verður sagt, at man verður býttari við árunum. Men hesum taka páparnir ikki undir við. Tróndur Djurhuus sigur soleiðis:

– Tvørturímóti. Eg eri nógv klókari nú og havi eina barlast, sum ger meg bæði róligari og meira í javnvág. Mentalt eri eg betri brynjaður, men kropsliga er man kanska ikki so væl fyri longur. So tað er avgjørt stimbrandi hjá mær at hava smá børn, eisini tí tað forðar mær í at stagnera, sigur hann.

Nú kemur ein risastór hvít kanin yvir til okkara. Hon bjóðar børnunum ís, og sum vera man reagera tey ymiskt upp á hesa stóru bamsuna; nøkur verða so findarglað, at tey spontant reisa seg upp á stólin at standa, meðan tey klappa í smáu hondunum. Onkur finnur sær ein tryggan vaksnarygg at kaga undan, meðan onnur krógva seg í einum sterkum og fjálgum pápafavni.

Men øllum dámar ís. Hetta sannar Ivan Niclasen (47), sum er programmleiðari hjá Kringvarpinum. Hann hevur skorað seg inn á bonkin við tveimum smáum børnum: Eitt ára gomlu Bjørk á fanginum og undir liðini sonurin Georg, sum er 3 ár. Tey bæði smáu sita nú so hugagóð og svansa við hvør sínum ísi. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí hann er í einum litføgrum røri við einum pinni sum skal snarast, skal nakað koma úr. So, meðan vit práta, roynir Ivan sum frægast at hjálpa til - og tað er ikki lætt at jonglera millum tvey so smá børn í senn (heldur ikki hjá kvinnum!).

- Eg haldi, at man verður bæði býttari og klókari við árunum. Tað er fantastiskt at vera pápi, men eg eri bæði óróligari og róligari í senn. Havi livað eitt ávíst lív í nógv ár, og havi ikki tørv á at ganga úti og mala. Men samstundis hugsi eg nógv meira um framtíðina og alt tað, sum kann ganga galið. So fokus skiftir totalt, og man finnur eina nýggja javnvág, sigur Ivan. Í tí hann greiðir frá, at hann eisini er meira nærverandi, og at tað er sum at sleppa við á eina spennandi ferð at fylgja børnunum, brotnar ljósareyði ísurin hjá Georg, og eitt stórt petti dettur niður undir borðið. So knappliga hevur gamli ikki tíð at tosa meir, tí hann stríðist við at fáa ísin uppaftur. Og áðrenn vit vita av, er alt tann beri ísur: borðið, klæðini, andlitini, og ein stórur blettur á ermuni hjá pápanum. Men tað finnur hann nokk sjálvur útav, tá tey koma heim.

Við eitt annað borð hevur pápin tikið sakina í egnar hendur: Har sleppur lítli slett ikki at halda ísinum – málrættað matar pápin honum við einari teskeið og turkar honum væl um munnin við serviettinum aftan á hvønn smakk. Soleiðis eru vit so ymisk – eisini pápar.

Men vit lata orðið yvir til Mortan Carlsen aftur, tí hann heldur seg vera nógv tolnari við lítla Magnusi, enn hann var við vaksna soninum.

- Eg eri nógv meira tilvitaður og ansin og dugi betri at virðismeta tað heila nú. Eisini gera umstøðurnar tað sum heild lættari at brúka meira tíð upp á lítla, sigur Mortan, sum er ein av teimum hepnu, sum hevur ein vaksnan son heima enn.

- Hetta hevur verið nakað av tí stuttligasta við at fáa smáfólk aftur: Hóast tað eru nærum 20 ár ímillum teir, er tað fantastiskt at síggja, hvussu góðir teir eru, sigur hann.

Omanfyri okkum hendir okkurt. Jú, tveir mans skifta visitkort, og í oyrasniglinum haldi eg meg hoyri teir tosa um ein fund í Norðurlandaráðnum (sic!).


Allir eldast

- Man er ikki fyrre, fed og færdig, men fyrre, fed og frodig, tekur Ingi Vestergaard (49 ár) og menningarleiðari skemtandi til. Hann er pápi 3 ára gomlu Astrid. Ingi heldur tað vera nógv fleiri fyrimunir enn vansar við at fáa barn so seint. Hann greiðir frá, at tá tey fluttu heim til Føroyar við børnum fyrst í nítiárunum, høvdu tey úr at gera við at etablera seg.

- Øll tíðin fór við at finna okkum til rættis á bústaðarmarknaðinum og á nýggju arbeiðsplássunum. Í dag er alt hetta komið upp á pláss, so vit hava góða tíð til at njóta didduna, sigur hann. Eisini heldur hann tað vera ein stóran fyrimun, at kunna dúva uppá royndirnar við hinum børnunum. Eitt nú at sleppa undan at koma í støður, har sinnið fer avstað við honum.

- Ja, eg komi ikki longur í hasar býttur illstøðurnar, har alt fer upp í ein spíss, so eg eri avgjørt vorðin róligari, sigur hann.


Smakk av himmiríki

Í niðaru hædd er desertborð við litføgrum køkum, smoothies og sjokolátafontenu til at dippa skúmfidusar ella frukt á spjóti í.

Men longu tá 50 ára gamli Ólavur Rasmussen, prestur í farloyvi, kemur upp gjøgnum trappurnar við 4 ára gomlu Unu í aðrari hondini og einum tallerki í hinari, líkist hann einum angrandi manni.

- Hygg her góða. Set teg her og ansa eftir, at tú ikki dálkar teg, formanar hann. Setir tallerkin við smeltaðari sjokolátu og træspjóti við skúmfidusi beint framman fyri henni, og strýkur varliga hondina eftir sarta kjólanum.

– Nei, tað veit Gud, hetta gongur ikki, suffar hann, leypur upp eftir serviettum, sum hann ballar hana inn í. Meðan hann matar henni við skúmfidusinum, sleppur lítla Una, við himmalvendum eygum og myrkabrúnum sjokolátaskeggi eina lítla løtu í himmiríkið.


Stovna pápafelag

Ólavur eigur eisini 1½ ára gomlu Ingibjørg, sum tíverri er sjúk í dag. Knappliga skjýtur hann upp, at teir stovna ein pápabólk, eitt Føroya Felag fyri gamlar Pápar. Hetta eru teir við uppá, og øll rullan verður boðin suður til Akrabyrgi, har hann eigur eina smáttu ytst úti á tromini til eitt høgt forberg. Men hann uggar páparnir við, at har er hegn fyri, so børnini detta ikki útav. Onkur kemur við einum lítlum pippi um, at konurnar kanska eisini kundu komið við. Men av onkrari løgnari orsøk verður hetta hintið fullkomiliga ignorerað.

Annars heldur Ólavur sum so ikki, at hann er ein øðrvísi pápi nú enn fyrr. Men hann er avgjørt meira tilvitaður um, at hann er vorðin eldri.

- Tankarnir um framtíðina hjá døtrunum gera meg sárbaran. Fyrr var alt ein sjálvfylgja og fór bara at ganga, sigur Ólavur, sum kortini kennir á sær, at hann verður hildin uppi og í gongd av at vera pápi. Tí lata vit eisini prestin eiga síðstu orðini, hendan hugnaliga og lívsjáttandi sunnudagin í faðirfangi.

- Fyrr var lívið endaleyst, men nú er tað avmarkað.


Komu livandi undan

Borðini eru bumbað. Rukkaðir serviettar, kleprutir íspinnar, skitnir tallerkar, koppar og hálvtóm víngløs við djúsi í liggja eftir teimum 10 pápunum og 13 børnunum, sum nú eru farin út í góðveðrið – onkur helst niðan á plenuna, har B36 og EB-Streymur skulu spæla. Á einum borði liggur eitt ljósareytt húgvusett og í einum vindeyga ein posi við skiftiklæðum. Og við hvønn kuvert liggja spískir gaflar, long træspjót og hvassir Victorinox-knívur, sum einhvør mamma effektivt hevði beint burtur, um hon var við í morgun. Men mammurnar vóru ikki við í morgun, og øll komu livandi undan.