Nú Tvøroyri hevur fingið sítt egna fína ungdómshús fer ein syndarlig býarmynd vónandi eisini í søguna: Myndin av passivum ungdómum, sum vála aftur og fram og trunka seg saman uttan fyri Statoil uttan mál ella mið. Hetta er í øllum førum vónin hjá nýsetta leiðaranum í ungdómshúsinum Pakkhús 4, Onnu Mortensen.
- Tey ungu eru á full av orku, hugskotum og eldhuga. Við nýggja ungdómshúsinum fáa tey nú møguleika fyri at gera dreymar til veruleika, sigur hon við Sosialin. Vit vitjaðu ungdómshúsið í sambandi við hátíðarhaldið um vikuskiftið, har Seglhúsloftið og Pakkhús 4 hjá P/f T.F. Thomsen vórðu tikin alment í nýtslu.
Livandi virksemi
Tríggir ungir dreingir í ítróttarbúna spæla pool. Teir taka væl ímóti, og stilla gjarna upp til myndatøku. Í bakgrundini spæla ein genta og ein drongur fótbóltsspæl, meðan onnur sita í djúpu sofunum og hyggja í sjónvarp við beinunum uppi á borðinum. Øll eru tey samd um, at nýggja ungdómshúsið er ordiliga gott, og at tey avgjørt fara at brúka nógvar tímar her.
Vit finna leiðaran Onna Mortensen á aðru hædd, har hon hjálpir nøkrum gentum og dreingjum við at seyma smartar húgvur í alskyns litum. Hon er útbúgvin hondarbeiðslærari, og greiðir okkum frá, at nýggja ungdómshúsið er opið tríggjar dagar um vikuna: týsdag, mikudag og fríggjadag millum kl. 14 og 22. Tey ungu í 4.-7. flokk eru har um dagin og tey eldru um kvøldi. Í fyrsta umfari verða tvey starvsfólk knýtt at húsinum, Anna sjálv 30 tímar um vikuna, og Trygvi Strøm, musikkpedagogur og gittarspælari, 25 tímar.
- Eg rokni við, at tað fær stóra ávirkan fyri býin, at tey ungu nú verða meira sjónlig, bæði við tiltøkum og øðrum livandi og skapandi virksemi, sum fer at seta sín serliga dám, sigur Anna Mortensen.
Hon vísir á, at hóast húsið bara hevur verið opið í fýra dagar, hava tey ungu tikið væl undir við tí.
- Serliga tey yngru hava møtt væl upp. Tey eldru eru kanska eitt sindur meira varin. Men nú mugu øll líka blíva trygg við húsið og við okkum starvsfólk, so tey kenna, at hetta er teirra stað, sigur Anna. Hon vísir á, at fólk skulu venja seg við, at býurin nú hevur eitt ungdómshús.
- Hetta er ikki ein ansingarstovnur men eitt virkið hús fyri børn og ung, sum koma og fara, sum tey vilja. Men vit hava ábyrgdina fyri teimum, tá tey eru inni her, sigur Anna Mortensen.
Fjølbroytt virksemi
Leikluturin hjá starvsfólkunum í ungdómshúsinum er at vera íbirtarar og at eggja teimum ungu í virkseminum, tey takast við.
- Í fyrstani verða vit meira aktiv, so tey ungu fáa eina hóming av, hvørjir møguleikar eru. Men so við og við er ætlanin, at tey sjálvi skulu seta dagsskránna, sigur Anna. Spurd, hvørji hugskot tey hava um ymisk tiltøk, ímyndar hon sær størri og smærri verkætlanir, so sum jólamarknað niðri við pakkhúsini við vørum, bakstri, kafé og tónleiki.
- Vit hava eina lokala útvarpsstøð her suðuri, so tað hevði verið upplagt, at vit gjørdu eina ungdómssending. Keypt er eitt fínt videotól og ein góð multimedia telda, so til ber at framleiða film, mynda- og tónleikatilfar, greiðir hon frá.
Eisini er eitt søgurúm, har tey kunnu taka støði í einum hugtaki ella teksti, sum upptekur tey ungu, og gera eina framsýning ella framførslu um tað. Ein partur av ovaru hæddini er innrættaður til kreativan verkstað við seymiútgerð, so sum seymimaskinu, overlockara og bindimaskinu.
- Vit fara eisini at tekna og mála, og satsa upp á at fáa eitt skeið við listakvinnuni Aggi Asgeirsdóttir, sum hevur Skapandi Spírar í Vági.
Men tað, sum upptekur tey ungu allarmest er tónleikur. Tí hava tey eisini keypt byrjunarútgerð til eitt orkestur, og hetta er sjálvandi sera vælumtókt.
Tvær freistandi hæddir
Ungdómshúsið er innrættað í tveimum hæddum, við tveimum stórum hølum. Í neðra ber til at venja tónleik, spæla fótbóltsspæl og pool ella at liggja og sleingjast í sofuni og hyggja í sjónvarp. Har er eisini ætlanin at hava eina lítla kafé hvønn dag, við onkrum løttum til matna. Hóast øll drekka sodavatn hendan serliga dagin, vit eru á vitjan, so ætla tey at hava ein tilvitaðan kostpolitikk, har til ber at keypa sær okkurt gott aftaná skúlatíð. Til dømis smooties, bollar ella sandwich.
- Men vit fara ikki at bjóða góðgæti ella sodavatn, sigur Anna.
Samstarv við hini
Fýra ungdómshús eru í landinum, og fleiri eru á veg. Í Klaksvík, Vestmanna, í Havn og nú eisini á Tvøroyri.
- Vit hava longu prátað nógv saman, og meiningin er, at vit leiðarar skulu hittast av og á og samstarva um ymiskt. Eisini kunnu tey ungu vitja hvønn annan, læra at kennast og skapa okkurt saman, sigur Anna Mortensen.
Í ungdómshúsinum á Tvøroyri hava tey sjálvandi eisini nakrar reglur, sum øll skulu halda seg til.
- Vit hava fingið íblástur til reglugerðina úr Klaksvík. Bæði um atburð og um nýtsluna av ymsu tilboðunum, sigur Anna Mortensen. Í ringasta føri kunnu fólk verða burturvíst, um tey ikki halda reglugerðina.
- Men tað skal heldur ikki vera ein sunnudagsskúli, sigur hon at enda.
--
Reglugerð fyri Pakkhús 4
Vit hava virðing fyri hvør øðrum
Vit eru góð við hvønn annan
Vit hjálpa hvør øðrum
Vit siga okkara meining
Vit lata ting hjá øðrum fáa frið
Vit rudda upp eftir okkum
Vit roykja ikki
Vit nýta ikki rúsevni











