Frá hóskvøldinum og fram til vikuskiftið verður skipað fyri ymiskum andaligum tiltøkum á Tvøroyri. Hóskvøldið verður eitt serligt tiltak í kantinuni í skúlanum í Trongisvági, har donsku hjúnini Susanne og Leif Madsen greiða frá trúboðaraarbeiði teirra í afrikanska landinum Kenya.
Tiltakið er skipað sum eitt kafé-kvøld, har Randi Nolsøe somuleiðis fer at luttaka við sangi.
Um vikuskiftið fær oyggin somuleiðis vitjan av »kollveltingarsinnaðum« fólki úr Noregi.
Talan er um fólk frá felagsskapinum ?Jesus Revolution?, og sum hava ferðast kring um Europa við boðskapi og tónleiki sínum.
Nú stendur altso Tvøroyri fyri framman, og verða tiltøk í skúlahøllini í Porkeri bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið við luttøku einum toymi frá felagsskapinum.
Fyrrapartin leygardagin er ætlanin at hava eina lítla framførslu í miðbýnum.
Bæði tiltøkini eru ókeypis.










