Onnur bókin í krimirøðini ?3 vinkonur? er júst komin í bókabúðirnar. Bókin hevur heitið ?Vandamikli mussurin? og byrjar við, at líkið av eini ungari gentu rekur í land ...
Skjótt verður gátan um líkið í nýggju bókini ?Vandamikli musssurin? enn meir ræðandi, tá lesarin fær at vita, at deyða gentan er ein av teimum fýra vinkonunum, Benadikta, Nora, Trina ella Vilborg.
Síðani verður tíðin skrúvað tríggjar vikur aftur, so lesarin sleppur at fylgja við í tí, sum hendir framman undan morðinum.
?Vandamikli mussurin? er onnur bókin í krimirøðini ?3 vinkonur?, ið er týdd til føroyskt.
Tað er norski høvundurin, Kjetil Johnsen, ið hevur skrivað krimirøðina, ið er ætlað ungfólki millum 12 og 16 ár. Jákup í Skemmuni hevur týtt bøkurnar til føroyskt, sum forlagið Nýlendi gevur út.
?Vandamikli mussurin? er 192 blaðsíður stór fikkubók og er sett hjá Cre8 í Klaksvík.










