Fótbóltur
- Hvat fanin er hetta fyri nakað?!
Fuglfirðingarnir – bæði á og uttan fyri vøllin – standa spyrjandi. Summir standa og geyla orð, sum eru betri óskrivaði, eftir dómaranum, meðan aðrir eru fámæltir. Egil á Bø hevur júst jarðlagt Nenad Saric, men maðurin við floytuni, Dagfinn Olsen, lat ikki við seg koma. Serbin liggur og gremur seg á vøllinum, meðan EB/Streymur fer í mótálop. Arnbjørn Hansen er einsamallur við Andras Gango, tá málverjin fellur hann í feltinum. Brotspark til sundalagsmenn.
Egil á Bø gongur fram móti bóltinum. Hann ger skjótt av, sendir til vinstru hjá málverjanum, men Gango er vakin og verjir fyri skotinum. Skjótt verða allir armarnir úr Fuglafirði lyftir í loft. Rættvísið vann, sambært teimum. Men í fagnaðinum floytar dómarin, sum dømdi væl, fyri nýggjum brotsparki. Linjuverjin hevur gjørt vart við, at Andras Gango fór av málstrikuni áðrenn tað var skotið, og tí skal brotsparkið takast av nýggjum. Nú liggur trýstið á herðunum á Bárði Olsen, sum svikaligt trygt sendir EB/Streym á sigurskós.
- Hvat hava dómararnir ímóti ÍF?, spurdi ein.
Dramatikkur
Kanska hin mest dramatiski og hendingaríkasti dysturin í ársins útgávu av Formuladeildini var við Margáir í gjár. EB/Streymur var aftan fyri við tveimum í hálvleikinum, men tað eydnaðist sundalagsmonnum at fáa øll stigini, tá ÍF vitjaði í Streymnesi.
Leikararnir hjá Sigfríði Clementsen vístu í fyrra umfarinum eitt hitt lakasta avrikið í langa tíð. Hinvegin var spælið eftir hvíldina sera sannførandi, og dysturin fekk eina brádliga vend.
Miðvøllurin burtur
Tað merktist sera væl á miðvøllinum hjá EB/Streymi, at Mikkjal Thomassen ikki var við. Landsliðsleikarin dugir væl at skumpa undir viðleikararnar, og tað manglaði av álvara undan steðginum. Levi Hanssen og Høgni Zachariasen fingu ongantíð tamarhald á miðvøllinum. Balasz Sinkó hevði eitt nú eisini ríkiligt av tíð og plássi uttan fyri brotsteigin, tá hann fann Sasa Jovanovic í høgra borði, tá tíggju minuttir restaðu. Hesin sendi inn til Frank Poulsen, sum stríddi seg fram um Egil á Bø, áðrenn hann prikaði bóltin framvið René Torgarð. Tað var eisini uppiborið, at ÍF legði seg á odda. Teir vóru als ikki komnir í Streymnes at verja. Í framrættaða spælinum herjaðu gestirnir á, og serliga var Balasz Sinkó væl upplagdur. Tað staðfesti hann aftur fimm minuttir áðrenn hvíldina, tá hann – eftir skjótálop - legði bóltin fyri føturnir á Jovanvic, sum økti um leiðsluna.
Fuglfirðingar vóru uppiborið á odda við tveimum í hálvleikinum, og frøin var stór á áskoðarnum í steðginum. Andlitini á venjarunum báðum – Sigfríði Clementsen og David Jones – søgdu eisini alt, tá hesir vóru á veg móti leikaratunlinum: Ein hugdi ikki upp, meðan hin smíltist.
Fimm minuttir nógmikið
Venjarin hjá EB/Streymi hevur týðiliga verið misnøgdur í hálvleikinum. Tað máttu Hanus Eliasen og Marcell Balog sanna, og báðir vóru útskiftir. Broytingarnar vóru eisini nógvar í uppstillingini. Clementsen skifti til eina framrættaða 4-3-3, har Hans Pauli Samuelsen var fluttur í høgra borð, meðan Levi Hanssen var vongverji í somu síðu. Bárður Olsen, Brian Olsen og Høgni Zachariasen vóru á miðvøllinum, og tað gav úrslit. Hans Pauli Samuelsen minkaði um munin eftir bara trimum minuttum, tá hann var einsamallur við málverjan. Lítla løtu seinni javnaði Arnbjørn Hansen, tá hann var fyrstur á bóltinum, sum Marni Djurhuus hevði sent inn í feltið.
Ágrýtni eyðkendi sundalagsmenninar eftir hvíldina, og tað var høvuðsorsøkin til, at dysturin fekk eina brádliga vend Teir dugdu munandi betri at gera sær dælt av veikleikunum hjá ÍF í seinna umfarinum. Í luftstríðnum var saknur í Bartali Eliasen, og tað vóru fleiri langir bóltar eftir hvíldina, sum EB/Streymur fer nógv burturúr.
Frá einum mánaði er ÍF farið frá at stríðast til at spæla fótbólt. Fleiri vælleikt álop vóru frá gestunum í gjár.