sum ikki hava so góð ráð at íðka ítrótt hjá teimum. Við in.fo váttar forkvinnan, Sunneva Jacobsen, at málið hevur verið á skrá á nevndarfundum, og at talan hevur verið um at gera eina avtalu við Í menniskjum [...] vísir hon á, at eingin verður koyrdur úr H71 fyri ikki at hava rinda limagjaldið. - Tað hevur altíð verið so, at ein og hvør kann koma og venja við H71. Sjálvandi minna vit foreldrini á, at einki felag [...] stóran leiklut í eini bygd ella einum nærumhvørvi, í at knýta børnini saman og at menna tey sosialt. Tí er so týdningarmikið, at øll hava møguleikan at vera við, sigur Sunneva Jacobsen.
til, at andstøðan hevur gjørt eina innanhýsis avtalu um, at tað skulu vera allir ella ongin, og um tað er rætt, so kann tað verða ringt at arbeiða, sigur løgmaður við in.fo í morgun. Hann sigur, at tíðin [...] møguleikar eru, kanska er gjørligt at fáa smærru flokkarnar við, sigur løgmaður. Hann sigur, at liðna uppskotið er mest sum á gáttini, og at tað tekur ikki nógvar dagar at gera tað liðugt. - Vit hava tugt [...] - Vit hava arbeitt hart fyri at fáa eina breiða semju, men tað vísir seg vera sera torført at fáa andstøðuna við, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, um arbeiðið við at gera eina nýggja fiskivinnuskipan
á økinum, hetta fyri at fólk skulu kenna seg trygg, skrivar Frelsunarherurin. - Vit vænta ikki at fólk skulu vera heilt fráhaldandi. Málið er at fáa fólk, ið velja at rúsa seg, at vísa atlit, og vit heita [...] i. Kanningar vísa, at tað verður drukkið nógv í arbeiðshøpi. Og í dagsins samfelag síggja vit ofta, at markið millum arbeiðslív og frítíð ikki altíð er so greitt. Tí er ynskiligt at fyritøkur hava greiðar [...] á fólk um at steðga á eina løtu og hugsa um tey, ið líða undir avleiðingum av egnari misnýtslu ella misnýtsluni hjá øðrum, skrivar Frelsunarherurin í tíðindaskrivi. Kanningar vísa eisini at fyritøkur,
ber til at søkja um at fáa tað aftur, tá ið minst 10 ár eru farin, ella so. Men skulu myndugleikarnir sannførast um, at bilførarin hevur lagt lívið um, so at tað ikki er væntandi, at hann fer at koyra við [...] tikin so oftani, at hann hevði mist koyrikortið fyri lívið. Løgreglan sigur, at upp á nøkur fá ár, er hann tikin so oftani fyri at koyra við kenning, og eisini dýrandi fullur onkuntíð, at nú hevði hann mist [...] einaferð afturat fyri at koyra bil, fær hann eina bót. Tann, sum eigur bilin, og hevur lænt honum hann, fær eisini bót. Men løgreglan sigur, at endurtekur hetta seg, kann hann vænta sær, at hald verður lagt
kommununum at semjast um prísin. Síðani hava borgarstjórarnir tosað saman og úrslitið er, at tað eydnaðist pørtunum at semjast um ein prís. Í gjárkvøldið samtykti kommunustýrið í Sunda kommunu at taka av [...] upplýsa enn. Hinvegin er eisini greitt, at børnini á Eiði fara at halda fram í framhaldsdeildini í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Jógvan í Skorini, sigur at tey fara at hava ein kunnandi fund fyri bygdarfólkinum [...] ímillum Eiðis- og Sunda kommunu. Heðin Zachariasen segði fyrr í dag, at nú fer kommunustýrið í Sunda kommunu at arbeiða víðari við at leggja skúlarnar saman.
um, at maður og kvinna, sum livdu í parlagi, vóru komin rættiliga til illnar. Eitt fólk, sum var í nánd, metti, at tað var so mikið álvarsligt, at ringt varð eftir løgregluni. Løgreglan sigur, at tey hoyrdu [...] har til, at málið endar í rættinum. Kvinnan og maðurin vóru ikki edrú, tá ið tey komu til illnar. Løgreglan sigur, at boð eru komin frá ríkisadvokatinum um, at serligur dentur skal leggjast á at viðgera [...] hoyrdu lívið í telefonini og gjørdi tískil av at fara á staðið at kanna málið. Tað vísti seg, at í orrustini teirra millum, hevði maðurin tikið hvørkrarak á kvinnuni – men slepti aftur. Kvinnan varð send
ágangi, at enda hava ment seg upp til at siga sína søgu og vilja hava málið fyri rættin, fáa tey at vita at málið er ov gamalt. - Ábyrgdin verður sostatt ongantíð staðfest, og viðkomandi má liva við, at málið [...] meiri enn so koma fyri, at málini eru fyrnað Hinvegin heldur hon, at eingin ivi er um, at fyri tann, sum hevur verið fyri ágangi, eru slík mál ongantíð fyrnað, men eru við til at mynda alt lívið. - Tá ið [...] børnum, eigur at verða tikin av. Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi Hesa seinastu tíðina hevur hon tvær ferðir reist málið í Løgtinginum, tí hon heldur, at tað er undrunarvert, at slík mál
Natalia fara í ár at halda jólini í Aalborg saman við dóttir teirra Theu, og systir Nataliu. Hetta er triðja árið á rað, at familan ikki kemur heim til Føroyar at halda jól. Orsøkin til at tey ikki koma heim [...] og leggur afturat at hann eisini skuldi avlevera eksamisuppgávu 22 desembur, so tað hevði verið í so stressandi at skula flúgva heim eisini. Leivur heldur at tað er øgiliga keðiligt at verða burtur á jólum [...] - Sjálvandi roynir man at fáa sum mest burturúr, og hugna sær her í Aalborg, men eg sakni øgiliga nógv familjuna, og at halda jól saman við teimum. Jólini í Aalborg byrjaðu við at fara í kirkju jólaaftan
Føroya eru farin undir at skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum komandi ár. Líkt er tí til, at fíggjarnevndin ynskir at tryggja, at hesar uppgávurnar fyriskipast í Føroyum, tó uttan, at hetta skal raka hinar [...] tinum skeyt Fíggjarmálaráðið upp at geva Ítróttarsambandi Føroya eina játtan áljóðandi góðar 7 milliónir. Millum fyrstu og aðru viðgerð mældi fíggjarnevndin tó til at økja hesa játtanina við 800.000 krónum [...] krónum, fyrst og fremst fyri at styrkja altjóða luttøkuna hjá sersambondunum. Meirilutin í fíggjarnevndini ynskti, at økta játtanin var tilskilað hondbóltinum og fimleikinum, sum bæði skulu skipa fyri stórum
men at skúlin hevur hingið eftir, nú Tórshavnar kommuna annars hevur brúkt nógvan pening upp á at byggja skúlar ymsastaðni í kommununi. Í kvøld hevur býráðið so samtykt at fara undir at fyrireika at byggja [...] kvøld. Skúlastýrið fyri Hoyvíkar Skúla hevur í fleiri ár gjørt vart við, at skúlin er ov lítil, at hann er ótíðarhóskandi, og at átrokandi tørvur er á umvælingum, ábótum og eisini útbygging. Hóast nýggjur [...] Hoyvík og annars at høvuðsumvæla hann, so at hann kann hýsa virkseminum hjá skúlanum. Eitt nú verður neyðugt atr byggja eina stovu til tónleik. Í hesum sambandi hevur býráðið nú samtykt at játta 445.000 krónur