Verða ikki revsað fyri kynsligan ágang

Tá ið fólk, sum hava verið fyri kynsligan ágangi, melda, fáa tey at vita, at tað er ov seint

 

Fyrningarfreistin í sambandi við kynsligan ágang ímóti børnum, eigur at verða tikin av.

Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Hesa seinastu tíðina hevur hon tvær ferðir reist málið í Løgtinginum, tí hon heldur, at tað er undrunarvert, at slík mál yvirhøvur kunnu fyrnast.

 

Mál um kynsligan ágang ímóti børnum eru fyrnað, tá ið tann sum hevur verið fyri ágangi, ikki hevur gjørt vart við seg,tá ið viðkomandi er 28 ár, men í heilt serligum føri, tá ið viðkomandi er 33 ár.

 

- Ofta er tað soleiðis, at tað tekur fólki nógv ár at standa fram og gera vart við seg og sína sorgarsøgu, sigur Sirið Stenberg.

 

- Í nógvum førum er tað ikki fyrrenn fólk eru vaksin og hava fingið familju, at tey gera vart við seg og tá kann tað meiri enn so koma fyri, at málini eru fyrnað

 

Hinvegin heldur hon, at eingin ivi er um, at fyri tann, sum hevur verið fyri ágangi, eru slík mál ongantíð fyrnað, men eru við til at mynda alt lívið.

 

- Tá ið fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, at enda hava ment seg upp til at siga sína søgu og vilja hava málið fyri rættin, fáa tey at vita at málið er ov gamalt.

 

- Ábyrgdin verður sostatt ongantíð staðfest, og viðkomandi má liva við, at málið ongantíð fekk nakrar avleiðingar, sigur Sirið Stenberg.