Í H71 hava tey eisini umrøtt spurningin um møguleikarnar hjá teimum børnum, sum ikki hava so góð ráð at íðka ítrótt hjá teimum.
Við in.fo váttar forkvinnan, Sunneva Jacobsen, at málið hevur verið á skrá á nevndarfundum, og at talan hevur verið um at gera eina avtalu við Í menniskjum góður tokki, eins og B36 hevur gjørt.
Tó vísir hon á, at eingin verður koyrdur úr H71 fyri ikki at hava rinda limagjaldið.
- Tað hevur altíð verið so, at ein og hvør kann koma og venja við H71. Sjálvandi minna vit foreldrini á, at einki felag kann rekast uttan inntøkur, og vit minna tey tí á at rinda limagjaldið, men einki barn verður blakað úr felagnum, tí at viðkomandi ikki hevur rindað limagjaldið, sigur Sunneva Jacobsen, forkvinna í H71.
- Tað, sum er umráðandi, er at børnini ikki standa við sviðið soð, sigur Sunneva Jacobsen.
Forkvinnan í H71 vísir, eins og formenninir í KÍ, HB og Støkk, sum vit eisini hava samrøðu við á in.fo í dag, á tann samfelagsliga týdningnin sum ítrótturin hevur í dag.
- Ítótturin spælir ein stóran leiklut í eini bygd ella einum nærumhvørvi, í at knýta børnini saman og at menna tey sosialt. Tí er so týdningarmikið, at øll hava møguleikan at vera við, sigur Sunneva Jacobsen.