- Hondbóltssamband Føroya hevur boðað kommununi frá, at manslandsliðið í hondbólti ikki kemur at venja í Vestmanna í dag kortini.
Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at tað eru vánaligu koyrilíkindini, sum eru orsøkin til avlýsingina.
- Tað eru helst nógv børn, ið hava glett seg til at heilsa upp á landsliðleikararnar í dag.
Tí harmast tey í Vestmanna kommunu um avlýsingina.
- Men, vit hava fingið lovað, at venjingar hjá A-landsliðnum verða lagdar í Vestmanna aftur í mars, siga tey í kommununi.










