Ósemjan um skúlan á Oyrarbakka er nú loyst

Semja er um, Sunda kommuna nú skal keypa partin hjá Eiði í felagsskúlanum á Oyrarbakka

Tað er nú greitt, at ein loysn er funnin á ósemjuni ímillum Eiðis Kommunu og Sunda kommunu um felagsskúlan á Oyrarbakka.

 

Í Sunda kommunu hava tey ætlað at leggja skúlarnar saman á Oyrarbakka, men tað vildi Mentamálaráðið ikki góðtaka, fyrrenn kommunustýrini á Eiði og Sundalagnum, høvdu funnið eina semju um felagsskúlan á Oyrarbakka.

 

Men tað eydnaðist ikki kommununum at semjast um prísin. Síðani hava borgarstjórarnir tosað saman og úrslitið er, at tað eydnaðist pørtunum at semjast um ein prís.

 

Í gjárkvøldið samtykti kommunustýrið í Sunda kommunu at taka av tilboðnum frá Eiðis Kommunu, og í kvøld hevur bygdaráðið á Eiði staðfest semjuna, váttar Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, í kvøld.

 

Og ætlanin er at skriva undir sáttmálan í morgin, sum ein annan dag.

 

Sostatt er greitt, at Sunda Kommuna keypir Eiði úr felagsskúlanum á Oyrarbakka, men prísin vilja tey ikki upplýsa enn. Hinvegin er eisini greitt, at børnini á Eiði fara at halda fram í framhaldsdeildini í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.

 

Jógvan í Skorini, sigur at tey fara at hava ein kunnandi fund fyri bygdarfólkinum um skúlan. Hann verður í skúlanum á Eiði klokkan 19 í annaðkvøld, har kunnað verður um sáttmálan ímillum Eiðis- og Sunda kommunu.

 

Heðin Zachariasen segði fyrr í dag, at nú fer kommunustýrið í Sunda kommunu at arbeiða víðari við at leggja skúlarnar saman.