Ítrótturin yvir eina millión eyka

Altjóða kappingar í hondbólti og fimleiki tryggjað ítróttarsambandinum økta játtan

Í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum skeyt Fíggjarmálaráðið upp at geva Ítróttarsambandi Føroya eina játtan áljóðandi góðar 7 milliónir.

 

Millum fyrstu og aðru viðgerð mældi fíggjarnevndin tó til at økja hesa játtanina við 800.000 krónum, fyrst og fremst fyri at styrkja altjóða luttøkuna hjá sersambondunum. Meirilutin í fíggjarnevndini ynskti, at økta játtanin var tilskilað hondbóltinum og fimleikinum, sum bæði skulu skipa fyri stórum altjóða kappingum í Føroyum komandi ár.

 

Minnilutin ynskti harafturímóti ikki, at pengarnir vóru eyðmerktir til nakran ávísan ítrótt. Við aðru viðgerð var broytingaruppskotið frá minnilutanum samtykt og tær 800.000 krónurnar vóru tí givnar Ítróttarsambandinum at styrkja alla altjóða luttøku við.

 

Nú millum aðru og triðju viðgerð  er aftur eitt broytingaruppskot. Hesuferð mælir meirilutin til at økja játtanina við 400.000 krónum afturat, upp í 8,2 milliónir krónur, og í viðmerkingunum verður aftur dentur lagdur á, at bæði Hondbóltssamband Føroya og Fimleikasamband Føroya eru farin undir at skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum komandi ár. Líkt er tí til, at fíggjarnevndin ynskir at tryggja, at hesar uppgávurnar fyriskipast í Føroyum, tó uttan, at hetta skal raka hinar ítróttargreinirnar. Umboð fyri andstøðuflokkarnar hava lagt fram einsljóðandi broytingaruppskot, og tí er eisini sannlíkt, at hendan broytingin verður samtykt.

 

Summa summarum er, at játtanin til Ítróttarsambandi er økt úr góðum 7 milliónum undir 1. Viðgerð til 8,2 milliónir til triðju vigerð.