Jólahugni í Aalborg

Leivur og Natalia fara í ár at halda jólini í Aalborg saman við dóttir teirra Theu, og systir Nataliu.

 

Hetta er triðja árið á rað, at familan ikki kemur heim til Føroyar at halda jól. Orsøkin til at tey ikki koma heim í ár er tí at tað passar so illa við skúlanum hjá Leivuri.

 

- Vit fáa altíð so seint at vita nær vit hava royndir í januar, og tá ið man er seinur áveg, so eru flogbillettirnar so hundadýrar, sigur Leivur, og leggur afturat at hann eisini skuldi avlevera eksamisuppgávu 22 desembur, so tað hevði verið í so stressandi at skula flúgva heim eisini.

 

Leivur heldur at tað er øgiliga keðiligt at verða burtur á jólum.

 

- Sjálvandi roynir man at fáa sum mest burturúr, og hugna sær her í Aalborg, men eg sakni øgiliga nógv familjuna, og at halda jól saman við teimum.

 

Jólini í Aalborg byrjaðu við at fara í kirkju jólaaftan, og so varð borðreitt við einum lekkrum jóladøgurða, við dunna og øllum sum har til hoyrir. Eftir døgurðan gera tey eins og í Føroyum, har tey hugna sær dessert ímeðan tey opna jólapakkar.

 

Umframt tey, eru tað fleiri aðrar føroyskar barnafamiljur í Aalborg og halda jól.

 

- Jóladagarnar fara nokk eisini við at hugna sær saman við teimum føroyingunum vit kenna, sum eisini halda jól her, sigur Leivur at enda.