Nú stendur Hoyvíkar skúli fyri tørni

Nú verður farið undir fyrireikingar til at byggja hann út

Skúlin í Hoyvík skal nú byggjast út. Tað hevur Tórshavnar Býráð staðfest í kvøld.

 

Skúlastýrið fyri Hoyvíkar Skúla hevur í fleiri ár gjørt vart við, at skúlin er ov lítil, at hann er ótíðarhóskandi, og at átrokandi tørvur er á umvælingum, ábótum og eisini útbygging.

Hóast nýggjur skúli er bygdur á Løgmannabreyt, er longu trot á bæði skúlastovum og hølum til frítíðarskúla í Hoyvík.

 

Á býráðsfundi í kvøld varð staðfest, hvussu skjótt fólkatalið í Hoyvík veksur, men at skúlin hevur hingið eftir, nú Tórshavnar kommuna annars hevur brúkt nógvan pening upp á at byggja skúlar ymsastaðni í kommununi.

 

Í kvøld hevur býráðið so samtykt at fara undir at fyrireika at byggja upp skúlan í Hoyvík og annars at høvuðsumvæla hann, so at hann kann hýsa virkseminum hjá skúlanum.

Eitt nú verður neyðugt atr byggja eina stovu til tónleik.

 

Í hesum sambandi hevur býráðið nú samtykt at játta 445.000 krónur til at útvega eina tørvslýsing, umframt at gera skitsuprojekt og kostnaðarmeting fyri uppíbygging og høvuðsumvæling av Hoyvíkar Skúla.

 

Somuleiðis skal ein ætlan leggjast fyri, hvussu skúlin skal skipast ímeðan byggiarbeiðið er og ein tíðarætlan skal eisini leggjast fyri byggingina.

 

 

Les eisini: Hoyvíkar skúli skal raðfestast

 

 

Miðað verður eftir at henda tørvslýsing skal vera liðug tíðliga í summar,  men samstundis skal møguleikin kannast fyri at útvega fyribilshøli til undirvísing.