Hevur mist koyrikortið fyri lívið

Men kortini er hann einaferð enn tikin í bili í Havn

Tá ið løgreglan í Havn var á ferð í býnum í fyrrakvøldið, sóu tey ein bilførara, sum tey bóru kenslu á.

Tí steðgaðu tey bilinum, og rætt var. Talan var sanniliga um ein gamlan kenning hjá løgregluni, sum sat við róðrið.

Maðurin, sum er um 40 ára aldur, er nevniliga tikin so oftani, at hann hevði mist koyrikortið fyri lívið.

Løgreglan sigur, at upp á nøkur fá ár, er hann tikin so oftani fyri at koyra við kenning, og eisini dýrandi fullur onkuntíð, at nú hevði hann mist koyrikortið fyri lívið.

Tá ið hann so nú er tikin einaferð afturat fyri at koyra bil, fær hann eina bót. Tann, sum eigur bilin, og hevur lænt honum hann, fær eisini bót.

 

Men løgreglan sigur, at endurtekur hetta seg, kann hann vænta sær, at hald verður lagt á bilin, hann koyrir í, sama um hann eigur bilin sjálvur, ella um hann hevur lænt hann.

 

Hóast ein hevur mist koyrikortið fyri lívið, ber til at søkja um at fáa tað aftur, tá ið minst 10 ár eru farin, ella so.

Men skulu myndugleikarnir sannførast um, at bilførarin hevur lagt lívið um, so at tað ikki er væntandi, at hann fer at koyra við kenning aftur.

Men at verða tikin í bili aftur við ongum koyrikortið, er bøtir so avgjørt ikki um sannlíkindini fyri at hann fær koyrikortið aftur, metir løgreglan.