Streymur er nú lagdur niðan í ovala økið í viðarlundini, samstundis sum lendið er gjørt av nýggjum. Í gjár bjóðaði viðarlundanevndin øllum at síggja nýgjørda økið.
Fyri nøkrum árum síðan vórðu lyktapelar settir framvið øllum gøtum í viðarlundini, men stóra ovala økið, ið stundum er karmur um tiltøk og sum nógv fólk í Vestmanna annars brúka, hevur ongantíð havt nakra streymveiting. Hetta er nú broytt. Lampur eru settar upp og í framtíðini verður munandi lættari at skipa fyri tiltøkum, tí streymveiting er á staðnum.
Sjálvt lendið, ið var ein skráningur, er nú bygt upp í hillum. Tað er Finnbogi Joensen, sum við spaka og haka, hevur grivið og formað lendið av nýggjum. Alt økið er gjørt soleiðis, at eisini koyristólar og barnavognar hava atgongd til hillarnar.
Endamálið við dagføringini er at gera økið betur egnað til tiltøk og til at hugna sær í góðveðursdagar, skrivar vestmanna.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.
##med2##.












