Løgmaður trýr enn upp á eina nýskipan av fiskivinnuni, spurningurin er bara, hvørjir flokkar vera við.
- Vit hava arbeitt hart fyri at fáa eina breiða semju, men tað vísir seg vera sera torført at fáa andstøðuna við, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, um arbeiðið við at gera eina nýggja fiskivinnuskipan.
- Tað letur til, at andstøðan hevur gjørt eina innanhýsis avtalu um, at tað skulu vera allir ella ongin, og um tað er rætt, so kann tað verða ringt at arbeiða, sigur løgmaður við in.fo í morgun.
Hann sigur, at tíðin nú er komin til, at samgongan má taka støðu til, um nýskipanin skal halda fram, hóast andstøðan ikki vil vera partur av henni.
- Nú mugu vit so tosa saman, fyrst í einstøku flokkunum, síðani floksleiðararnir og so á samgongufundi. Kanska onkrir aðrir møguleikar eru, kanska er gjørligt at fáa smærru flokkarnar við, sigur løgmaður.
Hann sigur, at liðna uppskotið er mest sum á gáttini, og at tað tekur ikki nógvar dagar at gera tað liðugt.
- Vit hava tugt og tanlað upp á hetta uppskotið í longri tíð, og veruleikin er, at samgongan er komin so langt við arbeiðinum, at uppskotið tekur kanska eina viku, 14 dagar at gera liðugt, um politiskur vilji er til tess, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.