Hanus Samró hevur stovnað ikki færri enn trý feløg í síðstu viku. Tvey teirra eru knýtt at Ó-navninum, sum Hanus Samró hevur arbeitt nógv við í mong ár. Tað eru íverksetarafeløgini Ó-kort og Ó-Miðlar. [...] Fyrrverandi løgtingslimurin hevur tó eisini stovnað eitt smápartafelag, HS Consultancy, sum skal reka virksemi innan ráðgeving og tænastuveitingar. Stovnari er Sp/f Ó og stjóri er Hanus Samró. Tvey feløg
arbeitt í eyðkendu kioskini í tilsamans 65 ár. Kioskin hevur altíð havt sama lit. Einaferð var takið grønt, men nú hevur tað verið blátt í nógv ár. Asta var 15 ára gomul í 1945, tá ið hon tók yvir kioskina [...] Nú hvarv hon. Men hon kemur aftur. Hon hevur staðið har trúføst alt árið. Á pappírinum eitur hon Kioskin á Vaglinum, men á mannamunni eitur hon bara Kioskin hjá Astu. Á ólavsøku í 2015 hevði Asta arbeitt
einar 300 – 400 metrar frá húsum, tá ið hann var afturfunnin. Annars hevur verið stak friðarligt. Okkur smávegis ferðsluóhapp hevur verið í hálkuni, men í gjár varð ein maður skuldsettur fyri at hótta [...] mann – ikki við vápni, men við orðum, og nú arbeiðir løgreglan við at útgreina tað málið. Í nátt hevur løgreglan eisini verið á ferð ymsastaðni í Suðurstreymoy við tí endamáli at kanna um bilførarar koyrdu
fyri tilfeingið í næstu viku, vóru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Streymurin hevur verið harður og tískil hevur lítil roynd verið við línu. Ísfiskalínuskipini, sum eru til fiskiskap, eru nýliga byrjaði [...] Føroya at siga. In.fo veit frá útróðrarmonnum at siga, at onkrar setur eru gjørdar, nú streymurin hevur verið harður. Eisini hesar hava eydnast væl, og bátar hava fingið uppí 200 pund og meira á línuna
Amerikanski forsetin Donald Trump hevur í kvøld boðað frá, at Jeff Sessions, amerikanski løgmálaráðharrin, er loystur úr starvi. Tað skrivar BBC. Í brævi til forsetan skrivar 71 ára gamli Jeff Sessions [...] Sessions, at hann leggur frá sær aftaná at forsetin hevur heitt á hann at gera so. Jeff Sessions er ein av elstu stuðlunum hjá Donald Trump í republikanska flokkunum og var fyrsti republikanski senatorurin, ið [...] staðin bleiv tað varamaður hansara, Rod Rosenstein, ið stóð á odda fyri kanningunum. Donald Trump hevur fleiri ferðir funnist at hesi avgerð. Donald Trump upplýsir á Twitter, at tað verður Matthew Whitaker
n 2. november, hevur verið fyrsti harudagur. Veðrið hevur verið hampiligt, og tí eru tað helst fleiri, sum hava verið og skotið. Soleiðis skrivar Eyðfinn Magnussen, sum í nøkur ár hevur skrásett haruveiði
Danska Britta Nielsen, sum hevur verið eftirlýst síðan 9. oktober, er nú komin aftur til Danmarkar. Hesum boðar Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK) frá í dag. Hon varð [...] føturnar á danska jørð á Kastrup flogvølli. Ein maður er eisini handtikin í málinum, sum mann metir hevur havt ein leiklut í svikinum saman við Brittu Nielsen. Tað næsta, sum fer at henda, er, at Britta Nielsen [...] høvuðspersónur í danska almannaverkinum, at flyta í minsta lagi 111 milliónir krónur til sín sjálva. Hon hevur fingið tænastumedalju frá drotningini úr silvuri fyri trúgva tænastu í sínum starvi. Men nú sær út
verri við samráðingunum við danska miðverjan, Lasse Andersen. Nú ljóðar, at KÍ hevur víst danska miðverjan stóran áhuga, og hevur bjóðað honum ein sáttmála, sum er størri enn tann, sum HB kann bjóðað. FM- [...] Tvey av teimum eru HB og KÍ, sum í løtuni dystast um danska miðverjan hjá HB, Lasse Andersen. HB hevur gjørt klárt til komandi kappingarár. Venjarin, Heimir Guðjónsson, og flestu av spælarunum hava gjørt
– Silvurdrongur hevur gjørt um seg sum svartideyði og hagasóljur í Føroyum hetta seinasta árið við minnisverdum konsertum og margfeldu útgávuni Silvurbók, sum fevnir um tónleik, film og bókmentir. Silvurpláta [...] Silvurpláta eitur tónleikaútgávan, sum Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt og komponerað saman við Karl Andriasi Stórá. Soleiðis skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi: Nú fara silvurdreingirnir á k [...] ikki fyrr hava spælt. Við sær hava teir føroyska-danska bólkin Elvito. Lagið hjá teimum "Get It On" hevur verið at hoyrt í Kringvarpinum hetta seinasta árið. Tónleikurin er ein blanding millum elektroniskt
partur av hesum 111,4 miljónum krónunum hevur danska kvinnan flutt sær sjálvari um konto, hon hevði í Danske Bank, og tey eru mong, sum undra seg yvir, at hetta hevur latið seg gera yvir eitt so langt áramál [...] Danska heimasíðan - www.bt.dk - hevur gjørt eina uppgerð yvir, hvussu stórur fíggjarligi undandrátturin hjá Brittu Nielsen var árini 2002 til 2018, meðan hon starvaðist sum deildarleiðari innan danska