Hálvfinalurnar byrja í kvøld

Hondbóltssambandið hevur nú boðað frá, hvussu leikast skal í hálvfinalunum í steypakappingini, og eru nakrir dystir í landskappingini fluttir í hesum sambandi

Í steypakappingini hjá monnum og kvinnum er nú somikið langt útliðið, at farast skal undir at leika hálvfinalurnar. Fyrstu dystirnir hesum viðvíkjandi verða leiktir í kvøld, tá fyrru hálvfinalurnar hjá monnunum verða leiktar.

Inni á Skála skulu føroyameistararnir úr StÍF spæla ímóti Neistanum, meðan VÍF og Kyndil skulu dystast í Vestmanna. Dystirnir eru settir at byrjað ávíkavist kl. 19.00 og 19.45.


Jøvn lið

Sum kunnugt er talan um tey fýra ovastu liðini í landskappingini, og hóast avrik teirra hava verið nakað misjøvn higartil í vetur, so kann roknast við tveimum sera spennandi dystum.

Seinast Neistin vitjaði inni á Skála, var um reppið at teir fingu øll stigini heim aftur við sær, men at enda máttu teir taka til takkar við einum javnleiki.

Hjá StÍF má tað metast sera ivasamt, um leikandi venjarin, Jónleif Sólsker, verður á vøllinum. Hann hevur seinastu vikuna drigist við skaða í knænum, og ikki er vist, nær hesin er lektur.

Dysturin í Vestmanna er ein søga fyri seg, tí hetta er ju stóri klassikarin í føroyskum hondbólti. Higartil hevur tað ligið betri fyri hjá vestmenningum í hesum kappingarárinum, men tá liðini seinasta hittust, varð javnleikur endaliga úrslitið, hóast Kyndil hevði leiðsluna meginpartin av dystinum.

Dysturin millum liðini í Vestmanna endaði við tvey mála sigri til VÍF, so her er somuleiðis líkt til, at talan verður um eina spennandi uppgerð.

Seinnu hálvfinalurnar hjá monnunum verða leiktar ávíkavist 26. og 27. januar.


Neistin og Stjørnan?

Hjá kvinnunum verða fyrru hálvfinalurnar leiktar 15. Januar, tá Neistin tekur móti VB, og 16. Januar, tá Stjørnan kemur til Havnar at leika móti Kyndli.

Talan kann í báðum førum gerast um nakrar tættar dystir, hóast Neistin og Stjørnan mugu metast at vera favorittar til at røkka finaluni.

Seinastu dystirnar hevur Neistaliðið fingið heilt góð úrslit, og higartil í árinum hevur Stjørnan verið besta kvinnulið í landinum, og hava tær m.a. vunnið báðar dystirnar móti Kyndli í grundspælinum.

Harumframt kann tað gerast ein dyggur smeitur hjá Kyndli, at tær helst mugu klára seg uttan nakran venjara í fyrra dystinum.

Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnunum verða leiktar 30. januar.


Fluttir dystir

Í sambandi við hálvfinalurnar hevur verið neyðugt at broytt kappingarskipanina nakað, og hevur HSF tískil boðað frá, at fylgjandi dystir hjá kvinnunum eru fluttir.

Toppdysturin í landskappingini millum Stjørnuna og VÍF, sum skuldi verða leiktur 16. januar, er nú fluttur til 27. januar.

Dysturin, Stjørnan-Neistin, er fluttur frá 29. januar til 20. februar.

Dysturin, Stjørnan-VÍF, er fluttur frá 30. januar til 11. mars.