Tað trupla evnið á dagsskránna

Leygardagin í næstu viku skipa Sjúkrasystrafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag fyri almennum fyrilestri í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum við evninum "Hvussu handfara vit sorg"

Tað er Jeanett Bonnichsen, psykoterapeutur, ið fer at halda almenna fyrilesturin. Hon fer at tosa um tey fýra stigini í sorgini, og vísa áhoyrarunum á amboð, sum tann syrgjandi og tey avvarðandi kunnu nýta. Tey fýra høvuðsstigini eru, at viðurkenna og góðtaka, at ein hevur mist, at fara inn í sorgarkenslurnar, at ogna sær nýggja førleikar, og at brúka orkuna á nýggjan hátt.

Føroya Pedagogfelag fær ofta fyrispurningar frá starvsfólki á dagstovnum um, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið eitt barn hevur mist onkran av sínum næstu.

- Tað kann vera ógvuliga trupult at vera um eitt barn, sum hevur mist, tí vit vita ikki, hvussu vit kunnu hjálpa tí ella hvat vit skulu gera. Tí er neyðugt at hoyra, hvat fakfólk siga um, hvussu vit handfara sorgina rætt, sigur Carita Bjørklund, forkvinna í Pedagogfelag Føroya.

- Hjúnaskilnaður, uppsøgn og onnur viðurskifti kunnu eisini elva til sorg, men tað vísir seg, uttan mun til, hvat hevur volt sorgina, at tey fýra høvuðsstigini eru ógvuliga eins.


Strongd, samskifti og samstarv

Sorg kann eisini elva til strongd, og strongd, samskifti og samstarv eru evnini á skeiðnum, sum Jeanett Bonnichsen og Thomas Milsted, ið bæði starvast á Center for stress og erhvervspsykologi, fara at halda fyri limunum hjá Pedagogfelag Føroya.

Granskingin innan strongd seinastu árini vísir á, at tað veldst um einstaklingin, hvussu tað sálarliga arbeiðsumhvørvið ávirkar heilsuna. Royndir vísa, at tann einstaki sjálvur má taka ábyrgdina av egnu vælveru, um ikki sálarliga arbeiðsumhvørvið skal elva til álvarsamar avleiðingar so sum ovbyrjan, strongd ella sjúku. Tí er neyðugt við amboðum, ið kunnu brúkast í spentum støðum, og tað er millum annað hesum fyri eyga, at skeiðið verður hildið.

- Strongd er alla staðni í samfelagnum í dag, eisini á dagstovnunum. Pengatrot, ov fá starvsfólk, og aðrar arbeiðstreytir elva til strongd. Hetta eru viðurskifti, hvør einstakur okkara hevur lítla ávirkan á, men vit kunnu læra at handfara strongdina við teim røttu amboðunum, sigur Carita Bjørklund.

Forkvinnan í Pedagogfelag vónar, at luttakararnar á skeiðnum og áhoyrararnar til almenna fyrilesturin læra nøkur amboð, sum tey kunnu brúka í strongdum støðum í gerandisdegnum. Skeiðhaldararnir vísa á, at í slíkum støðum eiga fólk at arbeiða við heilanum í staðin fyri við hjartanum.

- Vit hava ofta lyndi til tað øvuta, nevniliga at gerast strongd bara við at hugsa um tað, vit skulu í holt við. Tá ið dagurin ella uppgávan, sum framman undan hevur volt til strongd, er liðug, vísir tað seg ofta, at eingin grund var at óttast, sigur Carita Bjørklund.