Færøernes Kommando heitir inniliga á foreldur um at ansa børnunum væl, nú so nógv ólógligt fýrverk er at fáa. Í Danmark siga tey, at meira enn nakrantíð verður selt av ólógligum fýrverki, og tað hevur vakt mikla ótta. Søren Skinderholm á Færøernes Kommando hevur sent okkum hesa ávaring:
? Vit eru í ár bangin fyri, at nógv meira av ólógligum fýrverki floymir yvir landið - og at tað er nógv ógvusligari og vandamiklari enn vanligt, sigur Niels Jørgen Søndergaard, sum er leiðari av Fyrværkerikampagnen í Danmark. Hóast lutvíst fáa vanlukkur eru hendar higartil, so sita teir við nervunum uttaná á høvuðsskrivstovuni hjá Fýrverkkampagnuni.
? Allastaðni frá fáa vit at vita um fýrverk, sum hald er lagt á - eitt nú tær lívshættisligu krysantemumbumbur. Tær løstaðu nógv fólk í fjør, sigur Niels Jørgen Søndergaard.
Sagt verður eisini, at tað íhøvuðsheitunum eru børn og heilt ungir menn, sum oyðileggja sær lívið á hendan háttæ. Nógv foreldur gera als einki fyri at forða hesum. Enntá hava tey sæð dømi um, at ein pápi var bakmaður fyri ólógliga fýrverksølu hjá soninum. Og hvør hevur ikki hoyrt onkran pilt erpnan greiða frá, at hann hevur skuffuna á tremur við strúkarum ella kanónsløgum?
Nú er tíð uppá, at foreldur standa við sína ábyrgd, heldur Niels Jørgen Søndergaard, sum samstundis spyr: Veitst tú, hvat títt barn hevur inni á kamarinum?
? Vit fáa fleiri frásagnir frá børnum og ungum um, att ey kunnu keypa ólógligt fýrverk alla møguliga staðni. So um ein brúnur, rundur pakki liggur undir seingini, so nýtist tað ikki at vera okkurt, barni hevur gjørt í skúlanum. Tað kann í øllum førum vera vandamikið at leggja undirjólatræið, sigur Niels Jørgen Søndergaard.
Sjálvt nakrir góðkendir fýrverksseljarar selja ólógligt fýrvferk. Nógvir pengar eru at vinna, og eftirspurningurin er tíverri stórur. Á fleiri skúlum eru børn, sum fyri ein lítlan penga selja lívshættisligt og sera vandamikið fýrverk.
Foreldrini lata tey gera tað, stuðla teimum ella lata sum einki.
Í fjør vórðu mistar hendur, mist sjón og oyrnaskaðar vanligar avleiðingar av hesum.
? Vit sóu børn, sum restina av lívinum mugu livað sum brekað. Sjokkerað foreldur, sum ikki vistu, hvat børnini gjørdu.
? Tí kunnu vit bert enn einaferð staðiliga heita á foreldur um at halda eyguni við børnunum. Eim »strúkari« kostar bert um eina krónu. Men hann kann beina fyri førleikanum restina av lívinum.
Spyrji bara onkur av teimum børnum, hvørs lív ið er broytt. Kanska kann tað forða fyri, at onnur koma til skaða, sigur Niels Jørgen Søndergaard, leiðari á Fýrverkkampagnuni.