Neyvan nakrantíð mann føroyskur fótbóltur hava sæð slíkan útlongsul.
Føroyskir spælarar fara í øll hugsandi herðashorn til royndarvenjing og at gera sáttmálar.
Ísland hevur seinastu tvey árini verið gott mið hjá føroyskum leikarum at royna sína eydnu, og nú Jens Martin gerst venjari hjá Leiftri, verður tað eftir øllum at døma uppaftur betri.
Í fjør vóru tríggir føroyingar í Íslandi, men sum tað sær út nú, so vera enn fleiri. Næstan tvífalt so nógvir.
Uni og Allan hava sáttmálar við síni feløg, og tað er eingin loyna, at Leiftur hevur víst Sámali Joensen úr GÍ áhuga.
Í gjár visti Útvarpið kortini at siga, at ein annar leikari eisini er á veg til Leiftur, hóast ÚF ikki visti at siga hvør hesin leikarin var.
Sosialurin hevur fingið uppspurt, at talan er um Jens Erik Rasmussen úr HB.
Sosialurin hevur eisini fingið orð á stjóran í HB, Steinfinn Mittelstein, sum váttar, at teirra sáttmáli við Jens Erik er gingin út.
? Jens Erik verður ikki við HB næsta kappingarár, men tað er ikki avgjørt hvaðar hann fer. Eingin sáttmáli er gjørdur, og vit hjálpa fegnir Jens Eriki at gera sáttmála um tað er tað hann ynskir, sigur Steinfinn, sum leggur afturat, at tað er HB, sum hevur spæliloyvi hjá Jens Eriki enn.
Sosialurin hevur eisini fingið orð á Jens Erik Rasmussen.
Hann váttar fyri Sosialinum, at hann er á veg til Leiftur at spæla.
? Eg havi samráðst við Leifur í einar tvær vikur, og fari eftir øllum at døma at skriva undir sáttmála í kvøld ella í morgin. Tað eru bara nakrar orðingar, sum skulu fáast upp á pláss endaliga áðrenn eg skrivi undir, sigur Jens Erik Rasmussen.
Talan er um ein tvey ára sáttmála, sum er komin upp á tal eftir at Jens Martin møguliga skuldi gerast venjari í Leiftri.
? Jens Martin setti seg í samband við meg, og bað meg bíða við at gera sáttmála her heima, tí hann vildi fegin hava meg við til Ólafsfirðar.
Er talan um ein góðan sáttmála?
? Ja, for ólukkan. Sammett við føroysk viðurskiftir er talan um ein framúr góðan sáttmála, sigur Jens Erik Rasmussen, sum gleðir seg at royna seg aftur í Íslandi.
Ung framtíð
Nú Jens Erik fer úr HB er hann tann sjeyndi lyklaleikarin, sum fer úr felagnum. Hóast tað er Gunnar Mohr ikki bangin fyri framtíðini.
? Vit eru ikki lidnir at samráðast enn, og haðani kann okkurt gott spyrjast burturúr. Hinvegin hava vit nógv gott og ungt fólk at byggja okkara framtíð á, og tað ætla vit okkum eisini at gera, sigur Gunnar Mohr, formaður í HB við Sosialin.