Føroyskir telvarar gera vart við seg í Danmark

Talv: Síðani fyrst í 80?unum hava fleiri og fleiri føroyskir telvarar gjørt seg galdandi í Danmark. Talvfelagið Føroyar í Keypmannahavn hevur skundað undir hesa framgongd

Í 1984 tóku føroyingar í Keypmannahavn stig til at stovna egið talvfelag. Jákup Henriksen, sáli, var formaður tey fyrstu nógvu árini, og tað er ikki ov nógv sagt, at arbeiðið, hann gjørdi fyri felagið, var einastandandi. Allir føroyingar í Keypmannahavn, sum telvaðu í frítíðini, telvaðu við Talvfelagnum Føroyum, og skjótt bleiv hetta eitt sterkt felag. Framvegis er felagið virkið, og nú sum áður heldur tað til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.


Ota seg fram

Tað var í hesum ártíggjunum, at liðið bleiv rættiliga sterkt. Telvarar sum Heini Olsen, John Arni Nilssen, Bogi Ziska, Rani Nolsøe, Eyðun Nolsøe, Rógvi W. Rasmussen, Jóan Hendrik Andreassen, Heini Danielsen og fleiri myndaðu felagið, og nakrir av hesum mynda felagið enn. Liðið leikti seg í 1997 heilt fram í næstfremstu deildina í Danmark, men har varð steðgurin stuttur. Í dag spæla teir í triðfremstu deildini.

Seinasta kappingarár og í ár hava tveir teir fremstu føroyingarnir í felagnum, John Arni Nilssen og Heini Olsen, leikt við øðrum felag. Professionelt virksemi í fyrstu deild í Danmark hevur lokkað teir báðar til onnur feløg. Í fjør telvaðu teir báðir við Árhus í bestu deildini, og í ár telvar Heini framvegis á liðnum hjá Árhus, meðan John Arni telvar við Sydkysten í triðju deild. Sjálvt um Sydkysten bert spælir í triðju deild, fáa telvararnir pengar fyri at telva við felagnum.

Heini og Árhus liggja á odda í fyrstu deild eftir trý umfør. Heini hevur fingið hálvtannað stig av trimum møguligum. John Arni og teir í Sydkysten eru eisini á odda. John Arni hevur tvey stig av trimum møguligum.

Seinasta vikuskifti tapti Talvfelagið Føroyar heili 2-6 móti Helsingør. Á fyrsta borði hjá Føroyum tapti Eyðun Nolsøe ímóti tí sera sterka danska stórmeistaranum Sune Berg Hansen. Føroyingarnir liggja nummar seks í triðju deild, sum hevur átta lið.


Innanhýsis virksemi

Talvfelagið Føroyar hevur í ár fingið nógvar nýggjar limir, men hinvegin eru aðrir farnir til annað felag ella heimaftur. Soleiðis fer tað altíð at vera hjá Talvfelagnum Føroyum. Okkurt árið berjast teir fyri uppflyting, onnur ár móti niðurflyting. Í ár stríðast teir mest ímóti tí seinna.

Talvfelagið hevur eisini nógv innanhýsis tiltøk hvørt ár. Eitt nú FM fyri útisetar, sum Heini Olsen vann í ár frammanfyri Eyðun Nolsøe og Arild Rimestad, formanninum í felagnum. Eisini eru árligar felagskappingar, snarkappingar og annað á skránni. Fýra ferðir um árið útgevur felagið við Heina Danielsen, Rógva W. Rasmussen og Heina Olsen á odda blaðið »Talv«. Í roynd og veru er tískil talan um eitt sera virkið felag.