Mærsk Olie og Gas úr GEM á Føroyaøki

Danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas hevur avgjørt at taka seg úr GEM-samstarvinum á Føroyaøkinum. Hetta er eitt samstarv millum oljufeløg, ið hava verið virkin á Føroyaøkinum og sum helst ætla sær at vera við í fyrstu útbjóðing í næstum - og føroyskar myndugleikar. GEM arbeiðir við umhvørvis- og trygdarspurningum og er arbeiðið, sum verður gjørt í GEM at meta sum ein týðandi fyrireiking til tær fyrstu oljuboringarnar á landgrunninum.

Sosialurin hevur fingið upplýst, at flestu av hinum feløgunum í GEM halda fram í ár 2000. Okkurt felagið hevur enn ikki svarað, men kemst hetta av innanhýsis orsøkum, eitt nú í sambandi við samanleggingar.

Tað er bara Mærsk Olie og Gas, sum hevur avgjørt fult og heilt at taka seg úr samstarvinum. Bo Wildfang, varastjóri í Mærsk Olie og Gas, váttar, at Mærsk Olie og Gas er ikki við í GEM næsta ár. Hann er annars sera pírin við at koma við viðmerkingum.

Uppá fyrispurning um hetta merkir, at felagið als ikki verður við í 1. útbjóðing við Føroyar, sigur Mærskstjórin, at tað er ov tíðliga at siga, um teir eru við ella ikki. -Eru vit við, so fara vit ikki at siga tað orsakað av kappingini.

Bo Wildfang heldur ikki, at tað at teir ikki eru við í GEM nýtist at merkja, at teir heldur ikki eru við í komandi leiting.

-Men um tit ætla at vera við leitingini áttu tit tá ikki at kent tað sum tykkara skylda eisini at vera við í GEM-arbeiðinum?

-Man kann væl vera tilvitaður um umhvørvi uttan at vera við í einum fakfelag.

Vit spurdu Bo Wildfang, um Mærsk Olie og Gas heldur treytirnar, sum eru skotnar upp at galda fyri 1. útbjóðing, eru ov harðar?

-Eg fari ikki at gera viðmerkingar til treytirnar í løtuni. Vit lesa tær gjølla og taka tær so við í okkara samlaðu metingar.

Vit spurdu Bo Wildfang, um avgerðin hjá SHELL ikki at vera við í Føroyum hevur nakað at siga fyri komandi avgerðina hjá Mærsk?

-Sum eitt ábyrgdarfult oljufelag eigur tú altíð at fylgja við, hvat onnur oljufeløg gera og hví.

Keldur Sosialurin hevur tosað við halda, at avgerðin hjá Mærsk at taka seg úr GEM uttan iva skal skiljast sum, at felagið heilt tekur seg úr Føroyaøkinum.

-Mærsk Olie og Gas er eitt felag, ið koyrir sera kommercielt. Og verða felagið ikki við í víðari arbeiðinum hjá GEM í komandi árum, so verður tað sjálvt noytt til at gera hesar kanningar, og tað kann ikki sigast at vera serliga kommercielt hugsað sigur keldan.

Hon vísir á, at Mærsk Olie og Gas arbeiðir nógva aðrastaðni í verðini í løtuni og hevur felagið møguliga valt at gera sum Shell tvs. heldur at prioritera onnur kend øki enn at fara út í nakað nýtt og váðiligt. Mærsk er heldur ikki við í Grølandi, har tað eisini snýr seg um stóran váða.

Mærsk Olie og Gas er í løtuni í bólki saman við oljufelagnum Veba Oil á Føroyaøkinum. Sosialurin skilur, at Veba Oil framvegis er við í GEM.