Skipamálið spøkir

Fimm ára gamla skipamálið, har 46 fólk vórðu skuldsett fyri svik við eginpeningi, er farið at spøkja aftur. Nú er tað advokatur, sum alment ákærir løgregluna fyri svik

Sjónvarp Føroya visti fyrrakvøldið at siga, at tað júst hendan dagin vóru fimm ár síðani, at 46 fólk vórðu skuldsett fyri at hava svikað við eginpeninginum í sambandi við skipabygging. Áðrenn skuldsetingarnar hevði løgreglulið framt húsarannsókn hjá um100 virkjum og persónum, og hevði gjøgnum hesar rannsóknir savnað sær tons av skjølum, sum vórðu nýtt sum grundarlag fyri skuldsetingunum.


Bjóðaði til móttøku

Ein av teimum skuldsettu í skipamálinum var Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann er ein av teimum mongu, sum framvegis er skuldsettur, hóast tað nú eru gingin fimm ár síðani hann varð skuldsettur.

Sjónvarpið visti í Degi og Viku fyrrakvøldið at siga, at Poul Mohr í sambandi við fimm ára dagin fyri skuldsetingunum, hevði sent fútanum, løgmálaráðharranum og forsætismálaráðharranum bræv, har hann beyð teymum til móttøku heima hjá sær sjálvum í sambandi við fimm ára dagin. Men Poul Mohr hevur enn ikki fingið svar uppá hetta bræv.


Fútin misbrúkt heimildir

Ein annar teirra, ið varð skuldsettur 16. november í 1994, var Jógvan Páll Lassen, advokatur. Hesin er, eins og Poul Mohr, framvegis skuldsettur, og var hann gestur í sjónvarpsstovuni fyrrakvøldið, tá Sjónvarpið bar boðini um fimm ára »hátíðardagin«.

Jógvan Páll segði við Sjónvarpið, at hann ikki veit, hví hann er skuldsettur. Men samvitska hansara er rein, og tí tekur hann sær ikki av skuldsetingunum, og ætlar hann sær ikki at kæra fútan, hóast hann heldur, at fútin í hesum føri hevur misbrúkt sínar heimildir.

Advokaturin heldur málið vera fútans skomm. Fútin hevur nevniliga, eftir hansara tykki, sett nakað í verk, sum hann als ikki hevur tamarhald á. Jógvan Páll vísti í hesum sambandi Sjónvarpinum á, at fútin hevur misbrúkt sínar heimildir í málinum. Fútin setti nevnililga húsarannsóknina í verk fyri at fáa fatur á tilfari um eitt mál, ið tá var aktuelt, og var hetta Skálafjallsmálið. Men fútin fekk sær, sambært Jógvani Páll Lassen, í hesum sambandi tilfar, sum hann ikki hevði rætt til, og brúkti hann hetta tilfar at seta fram skuldsetingar móti øðrum.

Jógvan Páll Lassen heldur ikki, at fútin kann bera seg undan við at siga, at tey ymisku málini líkjast, tí tað gera tey als ikki. Tískil heldur hann, at fútin hevur misbrúkt alt Føroya fólk.


Fín forrætning

Skuldsetti advokaturin vísti eisini í sjónvarpsstovuni á, at kanningarnar í skipamálinum vóru fín forrætnig hjá løgregluni. Í hesum sambandi greiddi hann frá, at onkur í donsku løgreglumanningini fekk heilar 10.000 skattafríðar krónur um mánaðin í viðbót fyri at gera kanningararbeiðið. Men samstundis kundi Jógvan Páll Lassen vísa á, at tilfarið, løgreglan kom við, var fult í villum. Tískil staðfesti hann, at løgreglan antin bar seg tápuliga at ella nakað ið verri var.