handritið glapp føroyingum av hondum, og tí keypti hann tað. Í samrøðu við sjónvarpið í gjár segði Petur Juul Samuelsen, at hann keypti handriti fyri 114.000 krónur, og at prísurin, hann hevur fingið frá [...] pengarnir. Hetta handritið hevur fleiri ferðir áður verið umrøtt, og tað er eisini selt á uppboðssøu fyrr. Vit hava kagað í savnið hjá Sosialinum og funnið nakrar umrøður av handritinum. Hendan greinin er skrivarð [...] nevndi skaldsøguna »Den yderste tid«, og handritið er 358 síður til longdar. Sostatt er talan um ta fyrstu skaldsøguna, sum William Heinesen yvirhøvur hevur skrivað, og tí hevur tað stórt bókmentaligt virði
ikki at sita hendur í favn. Vit hava sett Allan Mørkøre sum høvuðsungdómsvenjara og aftrat honum Eliesar Olsen. Báðir hava drúgvar royndir; Allan sum leikari og venjari í bestu deildini og Eliesar við frískum [...] frá byrjan av í ár. Talan verður um lið í øllum aldri og deildum, og tí ynskir felagið eisini í tí sambandi at bjóða til kunningarfund fyri foreldur og eldri børn mikudagin 20. januar í Skúlanum við Løgmannabreyt [...] frá, at øll eru vælkomin, og felagið bjóðar kaffi og køkur til høvið. Somuleiðis fer Magni Mohr at hava upplegg, har hann kemur at greiða frá, hvat skal til fyri at náa toppin og gerast yrkisleikari. Allan
ótrúlig kensla, tá morgunin kom og kastað varð aftur - at síggja hesar stóru og ediligu toskar koma upp ígjøgnum sjógvin, at taka teir inn og síðan síggja teir liggja og sprakla á dekkinum. - Jú, tað er [...] úti á Føroyabanka við Tvíburðum. Tá kvøldið kom, sløkti eg motorin og legði alt í Guðs hendur. Árla á morgni varð tørnað til aftur, og tað ber slett ikki til at forklára ta kvirru, sum her valdaði - einsamallur [...] viðmerking til myndina, ið hann legði út á netið. Og tað er ikki sørt, at føroyingurin í Noregi var beinrakin, tí í dag ringdi Mortan Johannesen til In.fo og segði, at hann hevur nógv gott at minnast aftur
løgreglan hevur kortini tikið málið upp og drongurin er nú skuldsettur fyri harðskap. Løgreglan leggur nógva arbeiðsorku í at forða fyri harðskapi, tí tað kann ikki góðtakast, og politistar hava sagt, at nú skal [...] fyribyrgja, at fólk fara til hendurs, ella gera seg inn á hvønn annan. Løgreglan sigur, at aftur í nátt hava tey gjørt nógv burtur úr at vera á varðhaldi á støðum, har fók fylkjast og tey halda, at tað ger stóran
pensjónum, og tað sum verður afturborið fyri borgarar í kommununi, sum eru fevndir av NIS-, DIS- og FAS-skipanunum. Tann fíggjarligi leisturin tekur sostatt útgangsstøði í arbeiðsorkuni í kommununi og ikki í [...] til raksturin og vera fíggjarliga javnstillaðar í mun til raksturin av økinum. Tað hevur tó eisini týdning fyri ójavnan í røktarstøðinum, at fokus og raðfestingar hjá kommunum eru ymiskar, og er hetta ein [...] nøktandi, og í ávísan mun er tað heldur ikki forsvarligt. Tað er ofta ført fram í seinastuni, at tað bert er tíð til ta grundleggjandi røktina og ikki tíð til umsorgan. Vit mugu tó ásanna, at á ellis- og røktarheimum
næmingarnar tilvitaðar um samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Samstundir skal virksemið hjá fólkaskúlanum leggja dent á andsfrælsi, tollyndi og javnvirði. Tað staðfestir Rigmor Dam [...] hava, og sum fólkaskúlin skal halda seg til í sínum virksemi. Landsstýriskvinnan vísir á, at hjúnabandslógin er ikki beinleiðis undirvísingartilfar í fólkaskúlanum. Men nomið verður við hjúnaband og fam [...] í nýggjum útgávum, og tá ið tilfar verður endurskoðað. - Tað sama er galdandi, verður hjúnabandslógin broytt, tí so verður hetta tikið við í teimum førum, har tað er viðkomandi, og evnið verður umrøtt
Hvussu lívið sum heimahjálp er, og ikki minst, hvussu brúkarar av eldrarøktini uppliva støðuna. Í Vikuskiftis Sosialinum í dag seta vit sjóneykuna á møguligar loysnir og øðrvísi boð uppá, hvussu eldraøkið [...] Kommunu og hevur hann í starvinum sum stjóri á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning kannað eldraøkið í Føroyum samanborið við onnur lond. Tað er hansara fatan, at vit mugu endurhugsa eldraøkið, og skapa [...] Vikuskiftis Sosialinum hesaferð. Sí meira um evnið í blaðnum, sum er komið í handlarnar í Havn í kvøld, og sum verður at fáa kring landið í morgin. Tað er nú gott eitt ár síðani, at kommunurnar fingu ábyrgdina
Birgar Johannesen í Havn roynir at fáa hendur á einum eintaki av øllum grammofonplátum og fløgum, sum eru givnar út síðani tann fyrsta, »Eitt sunnukvøld í Plantasjuni«, varð givin út í 1957. – Hettar er [...] sum tit vilja selja ella geva savninum, so læt meg frætta. Hann sigur, at hann eigur fleiri sjálvur, og síggjast nakrar teirra á myndini omanfyri. Men tað eru bert útgávur, sum hava nakað við Havnina at
fólk hava verið á skaðastovuni, tí glasskálin á lampuni er dottin úr og hevur rakt tey í høvdið. Eingin álvarsligur skaði er hendur, men summi eru blivin seymaði. Vit hava sum kunnugt ikki IKEA í Føroyum [...] tey um at taka lampuna niður og ringja til okkum, so finna vit útav onkrum, sigur Mette Hansen, álitisfólk frá IKEA. Talan er um loftlampur frá IKEA við navninum HYBY, LOCK og RUBINA. Eigur tú eina av hesum [...] hesum, eigur tú altso at taka lampuna niður og venda tær til IKEA á telefon: +45 70150909 Tær nýtis ikki at vísa kvittan. Allir kundar fáa pengarnar aftur fyri lampurnar. Kelda: Ikea.dk
hevur skift orð um Útnorðurráðið og støðuna á Norðurpólsleiðunum og tað høvi tók Henrik Old til at ávara føroyingar ímóti teimum ætlanum, ið summi hava í pólleiðunum. Og hann heldur, at føroyingar eiga [...] ein oljuvanlukka, verða tað vit, og Norðurísland, sum vera tey fyrstu at merkja avleiðingarnar av tí, tí alt rekur á okkum, og avleiðingarnar av tí, hava vit ikki hugflog til at hugsa okkum til, heldur [...] heilaspuni og tað kann verða ein vanlukka fyri okkum Føroyingar eiga at berjast ímóti teimum ørligu ætlanum, sum fleiri lond hava við arktiska økinum. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, og fyrrverandi