Nú nærkast alsamt til Giza Hoyvík byrjar sínar venjingar í Hoyvík, nú nýggi vøllurin er um at gerast liðugur. Serliga ungdómsdeildin fer at fáa høga raðfesting, sigur formaðurin í felagnum.
- Felagið hevur lagt nógv fyri, at alt er klárt til komandi ár. Hóast vøllurin ikki verður klárur til kappingarbyrjan, so ætla vit okkum ikki at sita hendur í favn. Vit hava sett Allan Mørkøre sum høvuðsungdómsvenjara og aftrat honum Eliesar Olsen. Báðir hava drúgvar royndir; Allan sum leikari og venjari í bestu deildini og Eliesar við frískum royndum sum venjari í bestu deildini. Sum um tað ikki er nokk, so hevur felagið útbúnar venjarar til øll lið í øllum aldursbólkum, og sjálvt høvuðsvenjarin á besta liðnum, Frankie Jensen, hevur ætlanir um at taka eitt lið. Vit eiga veruliga góðar kreftir og talan verður um kvalitetsvenjing til øll børn, sum hava hug at royna seg, sigur formaðurin í Giza Hoyvík, Kenneth Hovgaard Djurhuus.
Sum áður nevnt, so er vøllurin í Hoyvík ikki klárur til kappingarbyrjan, men felagið fer at byrja sínar venjingar í Gundadali, so umstøðurnar vera góðar frá byrjan av í ár. Talan verður um lið í øllum aldri og deildum, og tí ynskir felagið eisini í tí sambandi at bjóða til kunningarfund fyri foreldur og eldri børn mikudagin 20. januar í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Felagið boðar frá, at øll eru vælkomin, og felagið bjóðar kaffi og køkur til høvið. Somuleiðis fer Magni Mohr at hava upplegg, har hann kemur at greiða frá, hvat skal til fyri at náa toppin og gerast yrkisleikari. Allan Mørkøre fer at greiða frá ætlanum komandi kappingarár og longri fram í tíðina.
Skrá:
19.00 - Formaður felagsins bjóðar vælkomin
19.15 - Fyrilestur um barna- og ungdómsvenjing við Magna Mohr
19.45 - Stuttur steðgur
19.50 - Allan Mørkøre, høvuðsungdómsvenjari hjá Giza Hoyvík, greiðir frá ætlanum í 2016 og í framtíðini
20.20 - Høvi verður at seta spurningar til umboð felagsins