Á hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum í gjár upplýstir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at Mentamálaráðið hevur keypt handritið »Den yderste tid«, hjá Williami Heinesen.
Tað var Petur Juul Samuelsen, sum fyri nøkrum árum síðani keypti handriti, tá tað var til sølu hjá danska auktiónshúsinum Bruun-Rasmussen. Hann helt tað vera synd, at handritið glapp føroyingum av hondum, og tí keypti hann tað.
Í samrøðu við sjónvarpið í gjár segði Petur Juul Samuelsen, at hann keypti handriti fyri 114.000 krónur, og at prísurin, hann hevur fingið frá Mentamálaráðnum er lægri enn tað. Men tað hevði størri týdning fyri hann, at handritið kom í varðveitslu á tryggum stað í Føroyum, enn pengarnir.
Hetta handritið hevur fleiri ferðir áður verið umrøtt, og tað er eisini selt á uppboðssøu fyrr. Vit hava kagað í savnið hjá Sosialinum og funnið nakrar umrøður av handritinum.
Hendan greinin er skrivarð í Sosialinum 8. januar í 2003:
Ingi Rasmussen 08.01.2003:
"Handrit avdúkar ókenda skaldsøgu eftir William
»Jeg gør det ikke af grådighed, men alene af kærlighed til Heinesens forfatterskab.«
Soleiðis sigur danin Jess Jessen, stjóri í Frederiksberg Antikvariat, ið ætlar at útgeva eitt sjáldsamt handrit eftir William Heinesen, sum hann hevur fingið hendur á. Handritið stavar frá búgvinum eftir Munksgaard, ið gav nógv út eftir William Heinesen.
Talan er um eitt ungdómshandrit til eina skaldsøgu frá einaferð í 1920-unum, sum ongantíð kom út. William Heinesen nevndi skaldsøguna »Den yderste tid«, og handritið er 358 síður til longdar. Sostatt er talan um ta fyrstu skaldsøguna, sum William Heinesen yvirhøvur hevur skrivað, og tí hevur tað stórt bókmentaligt virði.
Vrakað handrit
Antikvarbókahandlarin kundi hugsað sær at givið handritið út sum endurprentað handrit í fýra litum.
– Hetta er eitt vælskrivað og rímiliga gjøgnumrættað handrit við einstøkum villum, ið hevur verið nærum klárt til prentingar. Vit síggja, at tað er Otto Gelsted, vinmaður og kritikari Williams, sum hevur vent tummilin niðureftir, so tað ongantíð er útkomið. Men vit halda, at handritið er so mikið væl skrivað, at tað væl tolir dagsins ljós, sigur Jess Jessen.
Spurdur, hví Otto Gelsted mundi hava vrakað handritið, svarar Jess Jessen, at tað helst var tí, at Gelsted hevði størri áhuga í yrkingum enn skaldsøgum hesa tíðina.
Eftir at Sosialurin í síðstu viku umrøddi handritið, sum vit tá ikki kendu heitið á, hevur eitt nú Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, funnist at ætlanini at geva tað út. William Heinesen livdi í nógv ár eftir, at handritið varð vrakað, so hann hevði havt allar møguleikar at givið tað út seinni, um hann vildi tað, segði Jógvan Isaksen við Útvarpið. Arvingarnir himprast eisini, og sonurin Zacharias Heinesen ætlar sær at lesa handritið væl, áðrenn hann tekur nakra avgerð, hevur hann greitt Sosialinum frá.
Góðskan er høg
Jess Jessen leggur dent á, at hann kundi ikki droymt um at givið skaldsøguna út í bók – einans sum endurprentað handrit.
– Tað hevði verið órættvíst ímóti høvundanum at givið tað út sum skaldsøgu, tí hann fær av góðum grundum ikki lisið tað ígjøgnum áðrenn. Hinvegin hevur handritið eina góðsku, ið livir upp til skaldskapin hjá William Heinesen, og tað er ongin trilvandi roynd, sum spillir navnið hjá honum. Tvørturímóti, siga tey fólkini mær, sum hava lisið tað ígjøgnum og hava innlit í skaldskapin hjá høvundanum, sigur Jess Jessen.
Hann hevur verið í sambandi við Bob Erland, sum er enskur professari í bókmentum. Professarin hevur góðskustemplað handritið og skal eftir ætlan skriva okkurt afturvið útgávuni, um hon verður av nøkrum.
Ongan vinning
Familjan eftir William Heinesen hevur fingið bjóðað 50.000 krónur frá Jess Jessen afturfyri, at handritið verður útgivið.
Jess Jessen leggur ferð eftir ferð áherðslu á, at hann ikki ger hetta við vinningi fyri eyga, men einans við skaldskapinum í huga. Honum dámar sjálvur ógvuliga væl skalskapin hjá Williami Heinesen og hevur savnað nógvar bøkur eftir hann.
– Eg haldi sjálvur, at eg havi viðgjørt hetta so sømiliga sum gjørligt, og eg vil gjarna undirstrika, at eg geri onki uttan við undirtøku frá arvingunum. Eg kann ikki vinna pening við hesum, men eg haldi, at Heinesen-fjepparar høvdu verið sera fegnir um møguleikan at sloppið at lisið handritið, sum jú er fyrsta skaldsøgan eftir størsta føroyska høvundan, sigur Jess Jessen.
Spurdur, um handritið ikki heldur hoyrir heima á antin Føroya Landsbókasavni ella Kongliga Bókasavninum, har bókakøn kunnu lesa tað, hava tey hug, svarar Jess Jessen, at har endar tað óivað einaferð."
*************************************
FAKTA
Skaldsøgur eftir William Heinesen
1934: Blæsende Gry.
1938: Noatun.
1949: Den sorte gryde.
1950: De fortabte spillemænd.
1952: Moder Syvstjerne.
1964: Det gode håb.
1976: Tårnet ved verdens ende.
*************************************
Niðanfyri síggjast myndir frá hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum í gjár. Myndamaður er Allan Brockie: