Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina tørvar fíggjarliga hjálp úr Evropa eini tvey ella trý ár aftrat fyri at halda fram við stríðnum móti Russlandi.
- Hetta havi eg lagt dent á yvirfyri evropeiskum leiðarum. Eg segði við teir, at vit ikki skulu stríðast í fleiri áratíggjur, men Evropa noyðist at vísa, at londini í eina tíð vilja veita støðugan fíggjarligan stuðul til Ukraina.
Volodymyr Zelenskyj vísir á eina skrá - ella eina ætlan - hjá ES-nevndini, har londini stigvíst fara at leysgeva frystar russiskar pengar til at fíggja Ukraina.









