Færri møguleikar geva fleiri problemir

Nakrir tankar í samband við, at politikarar velja at spara tvær kreativar útbúgvingar vekk á Glasir, og at sproytir eru blivnar vanligar innan rúsevnisnýtslu í Føroyum.

Vit tosa nógv um, hvussu vit kunnu steðga rúsevnisnýtslu.

 

Vit tosa um at herða revsingina, og hvussu vit fáa tey vekk frá gøtuni

 

Men vit tosa ov lítið um hitt: hví so nógv yvirhøvur enda har.

 

Tað eru ikki rúsevnisnýtsluna, vit skulu berjast ímóti. Tað er rótin og orsøkin, sum vit skulu hava fatur á.

 

Tú kann ikki koyra øll í sama kassa

Flestu ung, sum liva við rúsevnismisnýtslu, hava eitt felags eyðkenni: tey føla seg uttanfyri.

 

Tey hava mist kensluna av at hoyra til. Tey sakna felagsskapin. Tað merkir ikki altíð, at tey hava ring foreldur ella trauma. Ofta er tað nógv einfaldari:

 

  • Tey funnu ongantíð sítt pláss í samfelagnum,
  • ongin sá tey sum tey eru,
  • og tey føldu ikki, at tey kundu liva upp til tað, sum samfelagið raðfesti hægst.

 

Tá alt snýr seg um at vera best í skúlanum, í ítrótti, ella at fáa hægstu karakterirnar, so verða tey, sum ikki passa inn í tann kassan, lættliga yvirsædd.

Og tað er har, at rúmið fyri alternativum trivnaði kemur inn í myndina.

 

Tá alt verður standardiserað

 

Vit hava skapt eitt skúlaskipan, sum verður meir og meir teoretisk. Handaligar og kreativar lærugreinir eru minkaðar niður til nakrar fáar tímar, og tað er alt ov nógv fokus á karakterir heldur enn menniskjaliga menning.

 

Men tá vit minka møguleikarnar fyri list, tónleiki, handverki og alternativum ítrótti, minka vit eisini møguleikan fyri, at børn og ung kenna seg sum ein part av einum felagsskapi.

 

Tað er ikki øll, sum trívast í fótbólti. Tað er ikki øll, sum elska at sita still.

 

Men næstan øll trívast, tá tey fáa loyvi at skapa, flyta seg og vera partur av einum tryggum felagsskapi.

 

Felagsskapur sum fyribyrging

 

Altjóða gransking staðfestir, at kenslan av at hoyra til er ein av sterkastu verjandi faktorunum móti rúsevnisvánum.

 

 

Vit tosa ofta um harðari revsing. Men tað, sum virkar, er at styrkja felagsskapin.

 

Við øðrum orðum: Vit kunnu ikki revsa fólk úr einum tómrúmi, vit mugu fylla tað við innihaldi.

 

Vit hava brúkt orku á skeiva staðnum

 

Vit vita, at tað florerar við stoffum í fongslum, og tá tað kemur inn í fongslið, so fer tað eisini at koma inn í landið. Vit fara ongantíð at steðga tí, hóast vit brúka stóran part av almenna kjakinum uppá, hvussu vit kunnu stramma, forða og revsa.

 

Men vit kunnu ikki steðga rúsevnisnýtslu við hóttanunum og ræðumyndum. Tað virkar eina lítla løtu, men hevur onga effekt, tá onki alternativ er til staðar.

 

Tí mugu vit skifta fokus á felagsskapir, ið fólk vilja vera partur av, so tey ikki føla seg einsamøll og uttanfyri:

 

  • Fokus á alternativan ítrótt og rørslu (parkour, klintring, rulluskoytur, yoga, skateboard, o.a., har Bacalao er upplagt),
  • geva list, handverki, matgerð og tónleiki virðing og tyngd í skúlum,
  • skapa arbeiðshølir, venjingarhølir og frítíðarhølir, har tað handaliga og kreativitetur arbeiða saman,
  • og ikki minst: gera tað sosialt at vera kreativur.

 

Rúm fyri at vera annarleiðis

 

Ein drongur, sum ikki dugir fótbólt, men dámar at tekna, eigur ikki at føla seg minni verdan.

 

Ein genta, sum vil vera designari, skal ikki noyðast til at duga sinus og cosinus. Tað eru hesi, sum vit missa fyrst. Og hetta er eisini tey, sum vit skuldu havt hildið fast við.

 

Tí kjarnin við øllum er, at rúsevnisnýtsla verður brúkt til at fylla eitt tómrúm.

 

Eitt tómrúm, sum ikki hevði eksisterað, um hesi høvdu følt seg sum part av einum felagsskapi.

 

Ein nýggj kós

 

Tað er tíð at seta fyribyrging fremst.

 

Tað krevur harðari revsing, men fleiri arbeiðsborð við leiri og penslum.

 

Tað krevur ikki fleiri handtøkur, men fleiri tónleikahølir.

 

Og tað krevur ikki fleiri moralskir peikifingrar, men fleiri menniskju, sum tíma at lurta.

 

Tá vit geva pláss fyri list, rørslu og felagsskap, skapa vit eitt samfelag, har fólk ikki hava tørv á at flýggja, tí tey longu hoyra til.

 

Loysnin er einføld

 

Tað sum vit vita longu nú er, at langar bíðirøðir til psykiatri, niðurlagdar kreativar útbúgvingar og fáir møguleikar til kreativitet og alternativan ítrott skapar perfektu karmarnar til misnýtslu.

 

Gransking hjá WHO vísir greitt, at samfeløg, sum raðfesta alternativan ítrótt, list og kreativitet, síggja lægri nýtslu av rúsevnum.

 

Lat vera við at seta alt fokus uppá endastatiónina, har fólk sproyta seg við rúsevnum. Flyt eisini fokus á rótina og felagsskapin. Vit mugu byrja at síggja hetta slagið av fyribyrging sum eina íløgu og ikki eina útreiðslu. Tí skapa vit karmar og pláss fyri ymiskleika, so verður ein stórur partur av trupulleikanum loystur longu har. Bæði tá tað snýr seg um trivna, heilsu og útreiðslur.

 

Vinarliga

Hergeir Staksberg