Í september vórðu 888.672 bilar skrásettir í øllum ES-londunum. Hetta er ein vøkstur á 10 prosent í mun til september í fjør, skrivar Mobility Danmark í tíðindaskrivi.
167.586 av bilunum vóru elbilar, sum er ein vøkstur á 20 prosent í mun til september í fjør.
Samanlagt vóru elbilar 16,1 prosent av bilamarknaðinum í ES-londunum.
Bara í Danmark vórðu 12.996 elbilar skrásettir í september, og tað svarar til ein marknaðarpart á 73,4 prosent, skrivar Mobility Danmark.
##med2##










