IKEA til føroyingar: Kannið vandarmiklar lampur

Mynd: tíðindaskriv frá IKEA

Eigur tú eina av hesum lampunum, so eigur tú at venda tær til IKEA. Lampurnar kunnu vera vandamiklar.

 

IKEA heitir á øll, sum eiga eina av hesum lampunum, um at koma inn aftur við teimum. Tað skriva tey í tíðindaskrivi, aftaná fleiri fráboðanir um skaða eru komnar inn frá kundum. Fleiri fólk hava verið á skaðastovuni, tí glasskálin á lampuni er dottin úr og hevur rakt tey í høvdið. Eingin álvarsligur skaði er hendur, men summi eru blivin seymaði.

 

Vit hava sum kunnugt ikki IKEA í Føroyum, so tað ber illa til hjá føroyingum at fara inn í ein av handlunum við lampuni. In.fo hevur spurt IKEA, hvat føroyingar, sum eiga slíka lampu, skulu gera.

 

- Allir føroyingar sum eiga slíka lampu eiga at taka somu fyrilit sum fólk í øðrum londum. Eg vil biða tey um at taka lampuna niður og ringja til okkum, so finna vit útav onkrum, sigur Mette Hansen, álitisfólk frá IKEA.

 

Talan er um loftlampur frá IKEA við navninum HYBY, LOCK og RUBINA. Eigur tú eina av hesum, eigur tú altso at taka lampuna niður og venda tær til IKEA á telefon: +45 70150909

 

Tær nýtis ikki at vísa kvittan. Allir kundar fáa pengarnar aftur fyri lampurnar.

Kelda: Ikea.dk

Mynd: tíðindaskriv frá IKEA

Mynd: tíðindaskriv frá IKEA

Mynd: tíðindaskriv frá IKEA

Mynd: tíðindaskriv frá IKEA

Mynd: tíðindaskriv frá IKEA