Í nátt fekk løgreglan fráboðan um harðskap í Klaksvík. Ein drongur hevði sligið eina gentu í andlitið. Hon fór á skaðastovuna, har tað varð staðfest, at hon hevði ikki fingið nevnivert av skaða.
Men løgreglan hevur kortini tikið málið upp og drongurin er nú skuldsettur fyri harðskap.
Løgreglan leggur nógva arbeiðsorku í at forða fyri harðskapi, tí tað kann ikki góðtakast, og politistar hava sagt, at nú skal minni til fyri at verða skuldsettur fyri harðskap, enn fyri nøkrum árum síðani.
Samstundis ger løgreglan nógv burtur úr at vera til staðar á almennum plássum í eini roynd at fyribyrgja, at fólk fara til hendurs, ella gera seg inn á hvønn annan.
Løgreglan sigur, at aftur í nátt hava tey gjørt nógv burtur úr at vera á varðhaldi á støðum, har fók fylkjast og tey halda, at tað ger stóran mun, tí hesin tilburðurin í Klaksvík er einasti tilburður av harðskapi í nátt.