Einki varar í allar ævir

- Eg havi nógv gott at minnast aftur á í bátinum Tvíburðar, sigur Mortan Johannesen.

- Tað var tann tíð, tá eg lá fleiri samdøgur einsamallur úti á Føroyabanka við Tvíburðum, sigur Mortan Johannesen.

Nógv lisið á In.fo seinastu dagarnar hevur verið grein um bátin Tvíburðar, sum Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, átti í nógv ár. Tað var føroyingurin í Noregi, Sakaris Zachariasen, sum legði mynd av bátinum út á sína facebook-síðu. Myndina hevði hann tikið í Kjøllefjord í Noregi, har Tvíburðar nú rør út við línu.

- Nú mást tú ikki fara at tára, Mortan.

Soleiðis skrivaði Sakaris Zachariasen, sum viðmerking til myndina, ið hann legði út á netið. Og tað er ikki sørt, at føroyingurin í Noregi var beinrakin, tí í dag ringdi Mortan Johannesen til In.fo og segði, at hann hevur nógv gott at minnast aftur á í bátium, Tvíburðar.

- Men, einki varar í allar ævir. Eg seldi bátin, tá útróðurin hevði verið vánaligur leingi. Báturin endaði í Noregi, og tað var stuttligt at síggja hann aftur á myndini úr Kjøllefjord. Hesin báturin gav mær nógvar góðar løtur á sjónum.

Tað sigur maðurin, sum meginpartin av sínum lívi hevur balst á sjónum, har hann byrjaði sum stórur smádrongur. Tey seinnu árini er Mortan tó best kendur á marknaðarplássinum í Vágsbotni, har hann hevur alt gott úr havinum til síni mongu viðskiftafólk, ið trúliga leita sær oman í Vágsbotn at keypa sær døgurðamat.

- Ja, tað var tann tíð, tá eg lá eini fýra, fimm ella seks samdøgur einsamallur úti á Føroyabanka við Tvíburðum. Tá kvøldið kom, sløkti eg motorin og legði alt í Guðs hendur. Árla á morgni varð tørnað til aftur, og tað ber slett ikki til at forklára ta kvirru, sum her valdaði - einsamallur langt til havs í lutfalsliga lítlum báti.

Mortan Johannesen sigur, at tað var ein ótrúlig kensla, tá morgunin kom og kastað varð aftur - at síggja hesar stóru og ediligu toskar koma upp ígjøgnum sjógvin, at taka teir inn og síðan síggja teir liggja og sprakla á dekkinum.

- Jú, tað er so vist, at hugurin til slíka veiði og til slíkar langar túrar til havs kemur innanífrá - ja, beint úr hjartanum. Hetta var ein gleðiligur partur av lívi mínum, sum nú er lagdur aftur um, sigur Mortan Johannesen.