Føroyingar skulu royna at steðga ørskapi

- Nógv av tí, sum sagt verður, er tann beri heilaspuni og tað kann verða ein vanlukka fyri okkum

 

Føroyingar eiga at berjast ímóti teimum ørligu ætlanum, sum fleiri lond hava við arktiska økinum.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, og fyrrverandi limur í Útnorðurráðið í yvir 25 ár.

 

Løgtingið hevur skift orð um Útnorðurráðið og støðuna á Norðurpólsleiðunum og tað høvi tók Henrik Old til at ávara føroyingar ímóti teimum ætlanum, ið summi hava í pólleiðunum.

 

Og hann heldur, at føroyingar eiga at berjast ímóti tí, sum fer fram.

 

Hann sipar eitt nú til tað, sum fer fram við Suðurpólin, at stór skip eru farin at dustsúgva havið fyri krill, sum er fyrsta liðið í føðiketuni, og sostatt tað, alt annað skal liva av.

 

Tað heldur hann er ørskapur og spyr, um tað eru slíkar ætlanir, sum eisini verða lagdar fyri Norðurpólsleiðirnar.

 

- Tað er tað sama sum at fiska lívsgrundarlagið undan øllum øðrum lívi, sigur Henrik Old.

 

Hann ávarar eisini staðiliga ímóti ætlanum at skipa eina siglingarleið eystanfyri Grønland, har skip skulu sigla við olju, ella øðrum eiturevnum, í ódnarveðri í bølamyrkri við ísfjøllum og so stórum sum hálvt Noreg.

 

- Eg haldi at vit skulu siga nei til at slíkar ætlanir verða settar í verk, tí hendir ein vanlukka, rekur alt beint á okkum, og tað kann eisini verða ein sannari vanlukku fyri okkum, sum vit valla sleppa burtur úr.

 

Hendir ein oljuvanlukka, verða tað vit, og Norðurísland, sum vera tey fyrstu at merkja avleiðingarnar av tí, tí alt rekur á okkum, og avleiðingarnar av tí, hava vit ikki hugflog til at hugsa okkum til, heldur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at hansara royndir eru, at í Arktiska Ráðnum eru nógvur heilaspuni, tí tað er skilligt, at tey, sum møta har, hava ikki ánilsi av, hvat tey tosa um, tí tey siga bara tað, tey hava fingið boð um at siga heimanífrá.

 

- Tað, sum hevur størstan týdning av øllum, er at vit fáa steðga øllum vitleysum ætlanum um at bora eftir olju í Arktisk, tí tað verður til óbótaligan skaða fyri okkum, sum liva av tí, vit fáa úr sjónum.

 

Hann hevur varhugan av, at summi av teimum, sum eru við í Arktiska Ráðnum, eru við fyri at fáa vinning burtur úr tí, og tí er neyðugt at berjast ímóti teimum, sigur hann.