Birgar Johannesen í Havn roynir at fáa hendur á einum eintaki av øllum grammofonplátum og fløgum, sum eru givnar út síðani tann fyrsta, »Eitt sunnukvøld í Plantasjuni«, varð givin út í 1957.
– Hettar er fyri at savna allar útgávur á einum stað á nýggja býarsavninum, sigur Birgar Johannesen.
– Liggja tit inni við onkrari grammofonplátu ella fløgu sum tit vilja selja ella geva savninum, so læt meg frætta.
Hann sigur, at hann eigur fleiri sjálvur, og síggjast nakrar teirra á myndini omanfyri.
Men tað eru bert útgávur, sum hava nakað við Havnina at gera, sum hava áhuga, sigur Birgar Johannesen.