Tórhalla býr og heldur jól í Kalifornia

- Eg tími ikki so væl at gera mat longur, og eg tími heldur ikki at standa við øllum sjálv, sigur hon

Hvar verða jólini hildin í ár?

- Heima við hús í San Rafael, Kalifornia, saman við aðrari dóttrini, Anniku. Hin er í Danmark. Saman við vinum verða vit níggju tilsamans.

Tað sigur Tórhalla Samuelsen.

Hvat verður etið um jólini?

- Eg tími ikki so væl at gera mat longur, og eg tími heldur ikki at standa við øllum sjálv. 

Hon vísir á, at ein vinkona kom við einum góðum hugskoti, og tað var heavy appetizer, sum øll kunnu taka við.

- So, stendur man ikki við øllum sjálv og kann njóta dagin uttan ov nógv hóvasták. 

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Tað verður meira einfalt fyri hvørt ár - góða heilsu, og at børnini hjá mær eru glað og hava tað gott. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Samanhald við familju og vinum, sigur Tórhalla Samuelsen úr Kalifornia.