Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin bæði í Føroyum og í Danmark, har eg eigi eina fitta abbadóttir sum skal hava eitt klemm á jólum.
Tað sigur Pauli Magnussen.
Hvat verður etið um jólini?
- Í mínum ungu døgum var tað ræst kjøt, men so bleiv tað dunnan sum vann, og hon er nú ikki so galin, sigur hann brosandi.
Hevur tú eitt jólaynski?
- At hermenn løgdu vápnini og fóru heim. Annars ein tunnil til Vestmannar í jólagávu, og tað hevði nú ikki veri so galið, heldur hann fyri.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Sjálvt um fyrra helvt av desember er í so buldraslig, eru jólini friðsæl, har vit seta ferðina niður og hugna okkum saman við familju, vinum og kenningum.
Pauli Magnussen sigur at enda, at sjálvandi skulu vit eisini minnast til, hví vit halda jól.










