Reyði krossur skrivar, at bara í desember hava tey svarað 82 umbønum um hjálp.
Umframt mat hevur hjálpin eisini veitt klæðir til 73 børn. Reyði krossur hevur eisini latið gávukort til FK handlarnar fyri góðar 300.000 krónur í sambandi við átakið Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata. Gávukortini fara til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.
Reyði krossur takkar øllum, ið stuðla arbeiðinum við peningi, gávum og sjálvbodnum arbeiði
Mat- og klædnahjálpin letur upp aftur fyri umbønum 8. januar 2026










