Introduktión til temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð. Sí meira um evnið í blaðnum, sum er komið í handlarnar í Havn í kvøld, og sum verður at fáa kring landið í morgin.
Tað er nú gott eitt ár síðani, at kommunurnar fingu ábyrgdina av eldraøkinum. Tað eru eisini mangur maður, sum hevur nevnt hetta í royndini at vísa á, hví størri broytingar ikki eru gjørdar á økinum. Og tað er sjálvandi rætt. Hesar søgurnar um ringa standin innan eldraøkið, sum Vikuskiftis Sosialurin hevur sagt frá seinastu vikurnar, kundu akkurát tað sama verið sagdar fyri tveimum, fimm ella sjey árum síðani. Vit hava eisini sagt søgurnar mangan áður.
Tað broytir tó ikki uppá tað faktum, at mong av okkara elstu borgarum liva í einsemi, og summi teirra við óvirðiligum korum í dag.
Seinastu vikurnar hevur Sosialurin varpað ljós á, hvussu avvarðandi at eldri uppliva umstøðurnar. Hvussu lívið á ellisheimið er. Hvussu lívið sum heimahjálp er, og ikki minst, hvussu brúkarar av eldrarøktini uppliva støðuna.
Í Vikuskiftis Sosialinum í dag seta vit sjóneykuna á møguligar loysnir og øðrvísi boð uppá, hvussu eldraøkið skal innrættast.
Borgarstjórar umboðandi tey sjey eldraøkini í landinum koma til orðanna í temasíðunum í dag, og har greiða teir frá, hvørjar framtíðar ætlanir eru fyri teirra øki.
Tað er eingin ivi um, at størsti trupulleikin við verandi eldraskipan er, at starvsfólkini eru ov fá í tali. Sum Sosialurin hevur upplivað tað, so stríðast fólkini innan eldrarøkta fyri at geva teimum eldri so góðan aldurdóm sum gjørligt. Men tey eru snøgt sagt ov fá. Ov fáar hendur til tey ógvuliga ymiskt krevjandi gomlu.
Vit spyrja tí borgarstjórarnar, um teir hava í hyggju at fáa fleiri starvsfólk pr. brúkara av eldratænastum, so at heimahjálpir, røktarar, sjúkrasystrar og onnur innan økið fáa betri stundir til at gera sítt arbeiði nøktandi.
Hægri normering er tað, sum er bráðfeingis, fyri at fáa eldrarøktina á eitt virðiligt støði.
Hinvegin er spurningurin, um nú eldraøkið í Føroyum er optimalt innrættað. Dennis Holm er borgarstjóri í Vágs Kommunu og hevur hann í starvinum sum stjóri á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning kannað eldraøkið í Føroyum samanborið við onnur lond. Tað er hansara fatan, at vit mugu endurhugsa eldraøkið, og skapa fleiri tilboð til tey elstu. Men hetta er ikki bara lætt, so sum eldraøkið er samansett í dag. Tað kanst tú lesa meira um í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð.
Eisini siga vit frá fundi í Kelduni mikukvøldið. Tey í Skálafjarðarsamstarvinum hava tikið atfinningarnar í álvara, og tí varð kallað inn til fundar við borgararnar, um hvussu tey vilja hava, at eldraøkið skal síggja út framyvir. Hvørjar loysnir tey komu fram til, kanst tú lesa meira um í blaðnum.
Hetta er somuleiðis seinasta tema um eldraøkið á hesum sinni, hóast vit framyvir fara at fylgja við í teimum eventuellu broytingunum, sum tær ymsu kommunurnar fara at fremja.
Góðan lesihug til tykkara, sum ogna tykkum Vikuskiftis Sosialin hesaferð.











