stóran mun somu avbjóðingar, og bæði londini leggja nógv fyri fyri at tryggja sær so góð viðurskifti við Bretland sum tilber, nú bretar taka seg úr ES. Løgmaður nýtti eisini høvi til at bjóða Bjarna Be [...] Benediktsson til Føroya á almenna vitjan. Íslendski forsætisráðharrin takkaði fyri, og segði seg gleða til at vitja Føroyar. [...] stovan sigur í tíðindaskrivi, at løgmaður tók nøkur mál upp, sum fleiri landsstýri hava strongt á fyri at loysa. Millum málini, sum vórðu umrødd í Reykjavík, vóru avmarkingarnar hjá føroyskum fiskiførum
játtanarlógini jú skal koma saman aftur í juni til at viðgera karmarnar fyri 2010, og tá fer samgongan at leggja síni krepputiltøk fyri løgtingið. Hesi tiltøk skulu bæði tálma almennu nýtsluni og virka vi [...] annað ber seg at sum er landskassin á tremur, uppaftur eitt triðja tosar svart, har almenningurin hungrar eftir greiðari talu, greiðum málum og greiðari strategi. Alt hetta er ikki gott fyri álitið og [...] leiðir burtur úr tí fíggjarliga og búskaparliga óførinum. Tað tykist, sum skulu fólk fyrst ræðast fyri síðan at góðtaka tey hørðu tiltøk, sum eftir øllum at døma nú verða smíðað í fíggjarmálaráðnum. Nú
landsstýrismann ger ikki støðuna betur. Hetta mál snýr seg ikki longur um pensjónsskipan, men um áralagið í samgonguni, ið støðugt versnar. Tað er eygsýnt fyri øllum, at okkurt er galið við samskipanini í la [...] fremjandi fyri álitið á samgongu, og løgmaður skal taka eitt óndartak, um hetta álit skal endurskapast. Hann má taka um rótina, ið er, at samgonguflokkarnir hava heilt ymiskar dagsskráir fyri hesa samgongu [...] uppkastið frá embætismannabólkinum undir FMR. Løgmanni á baki kemur landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri almannamálum Hans Pauli Strøm við sínum dómi, og hann er ikki mildur, kallar uppskotið eina sápubløðru
eftir. Á nýggjárinum er í lag at drekka seg skít og skála fyri einum nýggjum kreppuári. Eingin hoyrir neyðarrópini í øllum brestunum. Eingin sær myrkrið fyri tilboðsrakettum og pseudosólum og løggildum [...] fjórða statsvaldinum frætt, hvat handan og hasin ynskja sær í jólagávu, hvussu nógvar gávur, tey keypa fyri hvussu nógvar pengar. Somu ómissandi og demokrativerjandi upplýsingar hvørt einasta ár. Fólkið sleppur [...] vita, hvørji nýggjársynski, úrvald og tilvildarlig fólk hava. Fríður á jørð og annað utopiskt møsn. Fyri ikki at skriva um nýggjársynskini. Eg gleði meg. Telji dagarnar. Slíkt er óføra hent at vita og hjá
fóru einir 32 mans út í Lítlu Dímun á fjall. Líkindini vóru ivasom, og sum dagurin leið, vísti tað seg, at menninir sluppu ikki av aftur oynni, tí ókyrra var í sjónum. Fjallmenninir hava tí ligið veðurfastir [...] ættini í morgun. Tað hevur verið frískur vindur, og stundum er glaðustrok. Jóhanna hevur ligið úti fyri klettinum og hevur tikið ímóti seyðinum. At føra seyðin millum land og skip brúka vit vanliga árabátar
framman undan vóru verri fyri, sum kenna ringasta sviðan. Tað eru tey, sum tíma illa í skúla, sum leggja seg aftur, tá eingin nøktandi skúlagongd er kortini. Tey, sum standa framman fyri eini roynd, og annars [...] og Fíggjarmálastýrið, sigur nýggi formaðurin í Tórshavnar Skúlaráð, Jóhan Samuelsen. Hann óttast fyri, at tað í ringasta føri kann taka ár at rætta upp aftur tann skaða, sum manglandi undirvísingin í [...] annars eru rímiliga væl fyri bókliga, møta, sigur lærarin og formaðurin í skúlaráðnum, Jóhan Samuelsen. Serliga ringt verður tað hjá teimum, sum skulu til fráfaringarroynd í framhaldsdeildunum. Tey, sum ganga
baði stórur og álvarsligur. Onki fantilsi vísti seg at vera á nýsamtyktu pensiónslógini hjá samgonguni. Áðrenn jól bað landsstýrið allar pensjonistar brynja seg við toli, tí ikki gjørdust stundir, at gjalda [...] sigst vera funnin. Hann er í skattalógini, sum tí má broytast, fyri at fáa peningin at passa. - Heldur ikki ta lógina, vóru stundir at leggja fyri løgtingið, áðrenn ár 2000. Løgmaður skyldar uppá manglandi [...] av, tí hann hevði treytað sær í vár, at landsstýrið longu farna summar skuldi leggja pensjónslógina fyri løgtingið, og ikki uppundir jól. Vit onnur kunnu bara siga- og staðfesta, at ?disse regeres vi af
sjálvur ger úrskurð. Lesarin situr við teirri greiðu fatan, at landsstýrið hevur bøtt 230.000,00 kr. fyri, at Thomas Arabo um morgunin tann 1. november 1996 varð uppsagdur, uttan at landsstýrismaðurin (við [...] lógarbrot. Tað er ikki sørt, at lesarin verður ørkymlaður av hesum tíðindum, og spurningurin stindur seg upp, um ikki landskassin eigur at krevja peningin aftur frá landsstýrismanninum, um so er, at hesin [...] 1996 og als ikki í samsvar við setanar-/uppsagnartreytir stjórans? Og er hetta tá at verða reinsaður fyri skuldseting um ikki at halda galdandi játtanir og fremja álagdar sparingar? Lesarin spyr? Lopra, 2
útseldar. Bøkurnar eru millum tær mest læntu á bókasøvnum í Norðurlondum og eru týddar til 30 ymisk mál. Fyri teimum, ið ikki kenna Álv, kann hann best lýsast sum ein heilt vanligur smádrongur, sum býr saman [...] Men hann er glaður og dámar at arga, og kann eisini blíva illur og øvundsjúkur. Øll børn kunnu kenna seg aftur í Álvi, og tað er kanska tí, hann er so elskaður, sum hann er. Søgur úr gerandisdegnum Høvundin [...] søgur um at sakna ein vin, at ræðast grýlur, og um at jólini eru yvirstaðin. Alt slíkt, sum børn kenna seg aftur í. Eftirsum tað eru 40 ár, síðan fyrsta bókin varð skrivað er samfelagið nógv broytt - pápi Álv
høvdu øll lægsta tilboðið fyri okkurt av arbeiðunum. Tað hevur víst seg síðani, at onkur av hesum fyritøkunum, sum ikki var á limalistanum hjá Meistarafelagnum, hevur teknað seg sum lim aftaná og fingið [...] ikki hevur verið nøktandi fyri okkara part og í onkrum føri beinleiðis misvísandi. - Tað er fullkomiliga burturvið at ákæra okkum fyri at gera avtalur við aðrar arbeiðstakarar fyri at fáa ein "størri bita [...] tilboð inn. Í samrøðu við Álv Áarstein sigur hann seg harmast almikið, at fólk hava kunnað fingið ta fatan, at Veri-Con hevur fingið eina samsýning uppá 17% fyri projekteringina. Hesum vísir hann aftur og sigur