Álítandi tíðindaflutningur

Tað er við stórum áhuga, at tíðindablaðið Sosialurin verður lisið dag um dag, tí ein hevur varhuga av, at blaðmannayrkið verður int við ágrýtni og virðing fyri sannleikanum.

Tess meira bilsin gjørdist ein av forsíðutíðindum blaðsins mikudagin tann 2. desember, tá blaðið kunnger Føroya fólki við trøllstøddar bókstavum, at landsstýrið hevur reinsað Thomas Arabo, fyrrv. strandferðslustjóra, og sum einasta frágreiðing inni í blaðnum veit at siga lesaranum, at blaðið ikki hevur fingið upplýst, hví landsstýrið hevur avgjørt at rinda Thomasi Arabo endurgjald.

Øll greinin er annars skipað sum viðtal við Thomas Arabo, sum sostatt sjálvur ger úrskurð.

Lesarin situr við teirri greiðu fatan, at landsstýrið hevur bøtt 230.000,00 kr. fyri, at Thomas Arabo um morgunin tann 1. november 1996 varð uppsagdur, uttan at landsstýrismaðurin (við ráðharraábyrgd) hevði nakað »sakligt grundarlag at byggja á«.

Lesaranum verður kunngjørt, at Thomas Arabo metir krav landsstýrismansins um útreiðslusparing uppá 4,0 mill. kr. við sama tænastustøði sum einki minni enn brot á stýrisskipanarlógina, v.ø.o. verður krav landsstýrismansins um effektivisering av rakstri strandfaraskipanna mett sum lógarbrot.

Tað er ikki sørt, at lesarin verður ørkymlaður av hesum tíðindum, og spurningurin stindur seg upp, um ikki landskassin eigur at krevja peningin aftur frá landsstýrismanninum, um so er, at hesin hevur røkt sítt starv í heimildarloysi og tikið týðandi avgerðir uttan sakligt grundarlag, sum víst verður á.

Ella er tað so, at endurgjaldið er latið, tí uppsøgnin kom sum óløgi á morgni tann 1. november 1996 og als ikki í samsvar við setanar-/uppsagnartreytir stjórans? Og er hetta tá at verða reinsaður fyri skuldseting um ikki at halda galdandi játtanir og fremja álagdar sparingar?

Lesarin spyr?


Lopra, 2. des. 1998

Jákup Joensen