Árabátur sakk í Lítlu Dímun

Tað tók einar tveir tímar at fáa seyðin av Lítlu Dímun og umborð á Jóhonnu í morgun. Líkindini vóru vánalig og tann eini árabáturin, sum skuldi brúkast til flutning millum land og skip, varð tikin av eini hvirlu, holvdist og sakk

Heystfjøll

 

Í gjáramorgunin fóru einir 32 mans út í Lítlu Dímun á fjall. Líkindini vóru ivasom, og sum dagurin leið, vísti tað seg, at menninir sluppu ikki av aftur oynni, tí ókyrra var í sjónum.

Fjallmenninir hava tí ligið veðurfastir á Lítlu Dímun í nátt, men í morgun fóru teir so undir at fáa seyðin av oynni.

 

Glaðustrok

Hermann Olsen, sum eigur eina hálva gyllin í Lítlu Dímun, sigur, at líkindini í morgun heldur ikki hava verið nakað serlig, men heldur vánalig.

- Hann hevur verið meira sunnan í ættini í morgun. Tað hevur verið frískur vindur, og stundum er glaðustrok. Jóhanna hevur ligið úti fyri klettinum og hevur tikið ímóti seyðinum. At føra seyðin millum land og skip brúka vit vanliga árabátar, men í morgun tók ein hvirla tann eina bátin, sum holvdist og sakk. Báturin hongur nú uppi í Jóhonnu.

Hermann sigur, at hvørki fólk ella seyður var í bátinum, tá hendingin fór fram.

Tá Sosialurin frætti av Lítlu Dímun um 11-tíðina í morgun, høvdu teir umsíðir fingið allan seyðin umborð á Jóhonnu.

- Tað er meira seyður á oynni í ár enn seinasta ár. Talið, sum er tikið til sláturs, er 218. Vit hava tikið 8 seyðir á gyllina, meðan talið vanliga plagar at liggja millum 6 og 7. Eg haldi, at seyðurin er hampiligur, kanska miðal, sigur hann.

Aftrat sluppini Jóhonnu, hevur útróðrarbáturin Báran úr Hvalba eisini siglt ímillum Hvalba og Jóhonnu við fólki.

Hermann sigur, at tað tók einar tveir tímar at fáa allan seyðin av oynni.

 

Ikki vandaleyst

- Nú er bara fólkið eftir, og gongst sum ætlað, sleppa vit av oynni í dag. Líkindini eru ikki góð, men heldur vánalig.

Hann sigur, at tað bøtir um støðuna, at hann er sunnan í ættini, nú fólkið skal flytast av oynni, tí farið verður í bátin har norðuri á oynni.

- Nei, líkindini eru heldur vánalig, men vit vóna, at alt fer at gangast væl. Vit eru allir í bjargingarvestum, tá vit ferðast millum oynna og skip, og tað er sjálvsagt ein tryggleiki í sær sjálvum.

Hermann Olsen sigur, at eitt er at fáa seyð og fólk av oynni, men hann væntar, at Jóhanna ikki fær nakran góðan túr um fjørðin.

- Hvussu verður við árabátinum, sum er sokkin og hongur aftur úr skipinum, vita vit ikki, men siglt verður helst spakaliga heimaftur, leggur hann aftrat.

Í Lítlu Dímun eru tvey hús, og í nátt høvdu teir 32 menninir nóg mikið av mati til náttina og dagin.