Nú er næstan sloppið. Bara tað ringasta er eftir, og so ganga aftur tíggju níggju til næstu ferð, ella níggju.
Næsta ár er rundur føðingardagur, so tá byrjar høgtíðin í september við postkassa á tremur við trama hvørt týskvøld.
Men nýggjárið er eftir í hesum umfarinum. Høgtiðin, fá tosa um, og eingin hugsar um í jólaøðini. Men vit vakna, júst sum vit eru sovnað, við søtan dreym, tá skotini fara at bresta millum húsini og um allar geilar. Okkurt skulu tómar barnahendur gera. Jólagávurnar eru gloymdar.
Latið okkum fáa jólini frá skelvandi hondini fyrst. Í dag er lítlijólaaftan. Eg veit sjálvandi, at dagurin eitur tollaksmessa á føroyskum. Men á donskum siga tey lillejuleaftan, og so siga føroyingar tað eisini. Vit eru í ríkisfelagsskapi og málfelagsskapi.
Sambært álmanakkanum - eg skal lata vera við at nevna, hvørjari føroyskari fyritøku, eg fekk hann frá - sum hongur her við mítt mítt borð, er eingin 31.desember í ár. Seinasti dagur í árinum er mikudagurin 30. Interresant.
Nú hava vit frá fjórða statsvaldinum frætt, hvat handan og hasin ynskja sær í jólagávu, hvussu nógvar gávur, tey keypa fyri hvussu nógvar pengar. Somu ómissandi og demokrativerjandi upplýsingar hvørt einasta ár. Fólkið sleppur til orðanna í fólkaræðinum. Soleiðis eigur tað bara at vera.
Í næstu viku fáa vit at vita, hvørji nýggjársynski, úrvald og tilvildarlig fólk hava. Fríður á jørð og annað utopiskt møsn.
Fyri ikki at skriva um nýggjársynskini.
Eg gleði meg. Telji dagarnar. Slíkt er óføra hent at vita og hjá øðrum at flenna at og stimbra nakrar køvisligar kaffisteðgir við.
Uttan iva hevur onkur vísindastovnur kannað, hvussu nógvar dagar, ella skulu vit siga tímar, eitt nýggjárslyfti heldur í miðal. Í hvørjum landi, tey halda longst, hvar tey eru býttast (hjá okkum eru nýggjárslyftini sjálvandi tey somu sum í Danmark, men tey vara styttri, tí danskarar hava sterkari disiplin enn vit).
Fyri nýggjársaftan og nýggjársdag runga ongar prædikur um fullar menn og/ella konubukandi menn, einsamallar sálir og strongd, tí vaniljusnurlarnir mislukkaðust eisini triðju ferð.
Kanska er alt sosialkrútið uppi og bara krútið í fýrverkinum eftir.
Á nýggjárinum er í lag at drekka seg skít og skála fyri einum nýggjum kreppuári. Eingin hoyrir neyðarrópini í øllum brestunum. Eingin sær myrkrið fyri tilboðsrakettum og pseudosólum og løggildum, heilsufrøðiliga og brunaeftirlitsgóðkendum vistfrøðiligum bálum. Ikki brenna hatta, ikki brenna hatta ella hatta ella hatta. Fólk noyðast at keypa vistfrøðiligt, grønt og umhvørvisvinarligt timbur at brenna, so útlátið er 20% minni enn í fjør.
Og ringast av øllum, vit eta ikki tað sama sum danskarar. Toskur kókaður í eitt korter er annars nógv betri matur enn dunna steikt í tveir tímar og ein blanding, sum eitur edikur, sukur, E202 og E211 og, ja, reyðkál .
Vikugamli nýføðingurin er gloymdur í sínari krubbu við fullari blæu. Tí nú skal ballast við góðari samvitsku.
Og so er 1.januar aftur, og undanbrekkan er mótbrekka so langt eygað sær. Tá nýggjársaftan sveimar inn í gamlaárskvøld man vera best at fylla glasið við perluvíni, blunda og rópa skál. Sum skilamaðurin segði: tað verður sum tað er! Einki er so ringt, at tað kann ikki blíva verri.










