Áralagið á samgongubátinum tykist bert at versna. Eftir tingsetu við óvanliga nógvum samgonguklandri brestur orrusta á millum tveir av landsins mætastu politikkarum. Løgtingið er illa nokk komið til hús, fyrr enn Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður og nú fólkatingsmaður, loysir av móti samgonguni, serstakliga ímóti fíggjarmálaráðharranum, men kann illa annað enn tulkast sum eisini eitt álop á samgonguleiðsluna ella við øðrum orðum á sjálvan løgmann.
Vit hava áður her víst á, at tað er óheppið, at samgonguleiðarar koma við dómadagsrøðum uttan samstundis at vísa á ítøkiligar gongdar leiðir burtur úr tí fíggjarliga og búskaparliga óførinum. Tað tykist, sum skulu fólk fyrst ræðast fyri síðan at góðtaka tey hørðu tiltøk, sum eftir øllum at døma nú verða smíðað í fíggjarmálaráðnum. Nú er so Edmund Joensen farin hernað móti síni egnu samgongu. Tingið er farið í summarfrí uttan at leggja til rættis tann neyðuga kreppupolitikkin. Álvarsama støðan er eftir hansara tykki ikki viðgjørd nóg væl í samgonguni og samgongan hevur ongan kreppupolitikk. Samgongan er rýmd undan uppvaskinum og hetta kann hann ikki góðtaka, tí letur hann eina veruliga breiðsíðu av móti síni egnu samgongu. Nú má samgonga fara í arbeiðsklæðini og sjóklárt at taka í móti búskapaligu ódnini og ikki seta seg at halda summarfrí. Hetta eru sera hørð orð og annað og meira man liggja aftanfyri hetta sera álop.
Fíggjarmálaráðharrin hevur svarað aftur í fjølmiðlunum, og hann er ikki mjúkur. Edmund veit ikki, hvat hann talar um, og samgongan skal als ikki í arbeiðsklæðini, tí hon er ongantíð farin úr teimum! Her standa so tveir av landsins máttmiklastu politikkarum sum tveir stríðselefantar og berjast í pressuni. Gamalt orð sigur, at tá elefantar berjast, verður grasið leksað niður og merkir hetta, at í slíkum stríði eru tapararnir Palleba og Marsanna. Hetta er eitt margháttligt spæl í eini tíð, hvar fólk dagliga gerast arbeiðsleys, hvar fiskivinnan gongur av skriðuni og flestøll lyklatøl i samfelagnum ganga skeiva vegin.
Fíggjarmálaráðharrin vísir í síni hvøssu viðmerking til Edmund, at tingið sambært nýggju játtanarlógini jú skal koma saman aftur í juni til at viðgera karmarnar fyri 2010, og tá fer samgongan at leggja síni krepputiltøk fyri løgtingið. Hesi tiltøk skulu bæði tálma almennu nýtsluni og virka vinnufremjandi og fáa gongd aftur á tey hjól, sum nú eru um at steðga. Hetta er skilagóð tala, men nógv betri hevði verið, um landsstýrið hevði avdúkað eitt vet av síni nýfunnu keppustrategi, áðrenn tingið fór til hús. Sum vit áður hava víst á her, so tala samgongufólk við fleiri tungum í hesum tíðum: eitt heldur dómadagsrøður, annað ber seg at sum er landskassin á tremur, uppaftur eitt triðja tosar svart, har almenningurin hungrar eftir greiðari talu, greiðum málum og greiðari strategi. Alt hetta er ikki gott fyri álitið og lívsmótið hjá borgarum og vinnulívi. Tíðin er við at ganga undan og í seinasta lagi, tá løgtingið kemur saman í juni má og skal almenningurin fáa at vita, hvussu samgongan ætlar at sigla okkum úr tí vandasjógvi, sum vit nú sigla.